Kann ein kristin velja Framsókn – kann ein kristin stilla upp fyri Framsókn?

Hesir spurningar kunnu, sum eg síggi tað, svarast við einum einføldum: JA!

Mín trúgv og mín politikkur

Mín trúgv er persónlig og privat og er fyrst og fremst eitt mál millum meg og mín skapara. Men tá eg nú síggi og hoyri fleiri dømi um, at ræðuherferðir móti ávísum politiskum flokkum fara fram millum kristnar bólkar og í samkomum, so kenni eg meg noydda at greiða frá míni støðu.

Fyri meg snýr tað at vera kristin í politikki seg fyrst og fremst um at hava kristnu prinsippini um rættvísi og rættlæti við í øllum sínum arbeiði og hava skynsemi í lógararbeiðinum sum heild. Eg vil í mínum politiska lívi ikki fara upp á kompromis við mína persónligu trúgv og tey prinsipp, hon stendur fyri, og Framsókn stendur tættari at tí, sum eg meti vera rætt og rættvísi, enn tann flokkur, sum eg fór úr.

Eg stilli upp til løgtingsvalið, tí eg havi nøkur politisk hjartamál, sum snúgva seg um ein rættari skattapolitikk, sosialpolitikk, útbúgvingarpolitikk, heilsupolitikk, umhvørvispolitikk v.m.,og eg vil í einum møguligum løgtingsarbeiði arbeiða hart fyri góðum loysnum og langtíðarsemjum.
Etisku málini
Vit byggja ikki Guds ríki við jarðiskum lógum, og tað eru ikki lógir, sum broyta menniskjað.
Tað politiska starvið er eitt borgarligt starv, sum snýr seg um at skipa samfelagið so skynsamt sum møguligt.
Í Framsókn vilja vit viðgera øll mál í opnum orðaskifti, eisini tey sokallaðu etisku málini, og eg haldi meg til omanfyri nevnda prinsipp um rættlæti, rættvísi og frælsi. Tí var er við til at stovna Framsókn, og eg vil politiskt arbeiða fyri at tryggja persónliga frælsið hjá øllum borgarum í Føroyum.

Eg meti tað ikki vera rætt at lóggeva mína trúgv oman yvir høvdið á øðrum, sum ikki hava somu trúgv sum eg. Vit eru skapt við frælsum rætti at velja ta lívsleið, vit meta er røtt fyri okkum. Eg síggi tað sum mína politisku uppgávu at tryggja hetta frælsi, soleiðis at eg kann liva sambært mínari trúgv og sannføring, samstundis sum tey, ið hava eina aðra sannføring, kunnu liva sambært henni.

Eg stilli upp fyri Framsókn, tí eg sum politikkari síggi, at Føroyar hava brúk fyri einum nýggjum liberalum tjóðskaparflokki.


Hanna Jensen X við F