Kommunal nýhugsan!

Ein matstova borðreiddi við serdeilis góðum mati, og hóast gesturin fekk uppskriftina, so fekk hann ikki matin at smakka eins væl og á matstovuni.

Gesturin eygleiddi kokkin og beit merki í, at hann ávegis matarsalinum snaraði sær á, nippaði til eitthvørt og ymiskt sum stóð í forbífartinum og drússaði á tallerkin.

Og hetta var tað! Hetta var munurin, hetta var loynidómurin.

--

Var í paneli á Boðanesheiminum í gjárkvøldið – royndir og óroyndir politikkarar, starvsfólk og búfólk. Evnið var m.a. innihald hjá búfólki og starvsfólkanormeringar.

Sum kvøldið leið, setningarnir blivu teir somu sum áðrenn løgtingsvalið, punkteraðu úti í salinum ella vendu tómir aftur – bleiv eg meira og meira kúrr, spyrjandi og hugleiðandi um, at panel og forum átti at verið øðrvísi við broyting og framsókn fyri eyga.

Tí vit hava ikki fyri neyðini fleiri staðfestingar um manglar, um stóra kostnaðin ella um ónøgd hjá bú- og starvsfólki. Vit vita hetta.

Ikki fyri at tileinkisgera eldhugan hjá teim, ið kastaðu ljós á málið – tað er gull vert. Meira fyri at spyrja hvat flytir.

Tað snýr seg óivað ikki um pengar tí, staðgjaldið á o.u. fimtitúsund um mánaðin, kann ikki hækka – tvørturímóti. Tað rokni eg við øll kunnu verða samd um.

Kanska smakleyst at nevna krónur í sambandi við menniskju og lívslagnur, men fyri at lýsa støðuna.

--

Vit hava brúk fyri paneli og luttakarum, ið saman hugsa loysnir.

Vit hava brúk fyri nýggjum kokkum.

Vit hava brúk fyri ‘drússi’ úr øllum møguligum herðahornum.

Hetta verður avbjóðingin og hetta verða fólkini – sum í og saman við fyrisiting, leiðslum og starvsfólki, sjálvbodnum, avvarðandi ogeldriskulu fáa gerandisdagin góðan og at hanga saman hjá øllum pørtum. Hugsi nú um eldraøkið sum heild.

Citeri aftur úr aðrari grein hjá mær sjálvari –Absolutt neyðugt!

Harnærdemokratiið kemur við loysnumog týdningarmiklum samfelagsligum avbjóðingum, og har vit menna heilt nýggjar fatanir av kommunum. Kommunan er ikki bara eitt system og ein organisatión, men lokalsamfelagið og øll tey menniskju, sum her búgva.

og

Hesir nýggju uppgávuhættir, politikkmenning og arbeiði við at fáa til vegaressourcir í fólkinumog økja um nyttuvirðið av átøkunum, stillar stór krøv til embætisverkið, og stór krøv til tillaging, dagføring og nýggjar arbeiðshættir.

Nakað av bóltum í luftina ella ‘drússi’:

Kunnu starvsfólk skifta ímillum stovnarnar?

Kann kommunalur yvirkapasitetur á einum staði ávís tíðarskeið á degi, brúkast aðrastaðir?

Kann fyrisitingin vera fjølbroyttari við atliti til starvsfólkatypur- hugsi kreativitet?

Kunnu vaktætlanir á heimum broytast?

Kunnu leiðarakrøv endurskoðast?

Hvussu kann sjálvboðið arbeiði skipast?

Kunnu kømur normerast øðrvísi, alt eftir støðuni hjá búfólki?

Kunnu venjingar og ítriv skipast av fleiri – við vegleiðing frá fysioterapeutum?

Kunnu fitness-centur síggja marknað og geva tilboð?

Kunnu hýruvognsførarar síggja marknað, geva flutningstilboð, hjálpa, samskipa og føra fólk til ymsar dagdvøljur?

--

Og nógv afturat at hugsa, hugleiða, spyrja og kjakast um.

Við fyrivarni fyri og vitandi um, at nakað av hesum er í gongd.

Og fyri at taka samanum og enda aftur á Boðanesheiminum í gjárkvøldið, so vóru tað dømi um átrokandi avbjóðingar, so sum heimið í W.U.Hammershaimbsgøtu. Tær mugu avgreiðast!

BERGUNKASS

Listi F

Vísi samstundis á bók ..“Kommunal nytænkning” er en bog om, hvordan du inddrager virksomheder, medarbejdere og borgere i nytænkning af offentlige velfærdsydelser.