“Eg vildi verið listafólk fyri at kunnað sagt, hví eg eri til”

Hanna Jensen lat upp framsýning á Listasavni Føroya 26. Januar

Góða Sigrun, Listasavn Føroya og góðu gestir Listasavnsins

Míni fyrstu veruligu minni um list eru m.a. her inni í Listaskálanum, her eg sum barn kom – serliga við moður míni. Tað er ein stórur forrættur at standa her aftur í dag í hesum ørindum: at siga nøkur orð til ferniseringina til hesa framsýning Sigrunar Gunnarsdóttir og harvið seta hana.

Sigrun Gunnarsdóttir hevur leingi sent sítt ljós út í ta skýming og myrkur, vit menniskju og samfeløg ofta trilva í. Og her í dag síggja vit stórar eldar fyri okkara eygum, sum vit nú kunnu ganga og njóta og lata okkum inspirera av um eina løtu.

Málningalistin hevur saman við aðrari list ein ovurhonds stóran týdning fyri okkum sum einstaklingar, har vit nú einaferð møta henni. Men fyri felagsskapin og samfelagið sum so er tað ósigandi, hvat okkara listafólk skapa av virði, av innliti, av estetikki, av góðsi til læring, til samleika, til inspiratión og til troyst. Vit hava mong av teimum - listafólkunum. Eitt stórt og álítandi ríkidømi hjá einum landi, eini tjóð!

Tað grettir ikki, at gert tú íløgur í list, so heldur hon á at kasta av sær. Tú veist ikki hvar, hvussu og á hvønn, men vit hava sannað tað aftur og aftur. Og m.a. tað hátíðarhalda vit í dag, nú enn ein serframsýning letur upp og enn ein áhugvard og vøkur bók verður givin út. Í OKKARA listasavni.

Havi verið fleiri ferðir inni á gólvinum í atelierinum hjá listakvinnuni á Eiði – bæði til framsýningar, ferniseringar, men eisini við vitjandi at síggja, hvat eitt føroyskt listafólk sum Sigrun arbeiðir við. Sá eisini m.a. framsýningina í Glyvra kirkju fyri fáum árum síðani. Men Sigrun hevur samstundis verið so sera víða við síni list: m.a. í Japan og nú eisini í Kina og er eitt av hesum listafólkum okkara, sum røkkur langt út og ger okkum stolt og eyðmjúk um tað stóra í tí smáa (heitið á bókini), um vit flyta tað yvir í at tala um føroysk viðirskifti, eisini við umheimin.

Í mínum kommunalpolitiska arbeiði fyri list almenna rúminum, havi eg eisini havt ta gleði, at í eini av fyrireikingargongdunum, varð Sigrun vald at listprýða frítíðarstovnin í Leirvík. Og vit gleða okkum ómetaligt til úrslitið, sum kemur at gylla og kveikja í gerandisdegnum hjá 6-9 ára gomlum børnum úr Leirvík og Gøtu eins og hjá starvsfólkunum og avvarðandi, sum koma hagar um dagarnar. Harafturat vita vit, at á sama hátt kemur list hennara at mynda størri bygningar og virksemi hjá landinum, nú vit kenna til, at Sigrun er við í fleiri størri listprýðingarverkæltanum, á Glasi og í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Tá tað kemur til politiskt arbeiðið er heilt víst nógv eftir at gera í einum landi sum Føroyum við so listarliga gávaðum fólki. Listin í almenna rúminum er bert eitt. Útbúgving, ymiskar skipanir, lógarrættindi ella -krøv, stuðulspeningur og bygningar eiga at vera partar av einum framtíðar størri politikki fyri mentan og list. Og vit vita longu, at tað kreativa og listin ikki eiga nóg stóra rúmd í t.d. fólkaskúlanum sum skipan – bara fyri at taka eitt dømi av mongum, har vit eiga at arbeiða.

Sigrun er í øllum hesum ein fyrimynd, sum hevur gjørt listina til sín vinnuveg og sítt lívsval. Hon hevur tikið útugving og valt at arbeiða – ikki bara í Føroyum, men heima á Eiði. Og hetta djúpt grundaða val, sum vit eisini kunnu lesa um í bókini, seyrar ígjøgnum verkini, so hvørt tey búnast til enn sterkari stíl, myndevni, litaval v.m. Náttúran, sum sæst kring heimið og atelierið á Hvítaklettsvegi, er nokk ein neyðug kulissa, men hon trokar seg ikki fram at teimum fyri Sigrun óundansleppandi myndevnunum: tann álvarsama gentan, mamman, systkinini, fuglarnir, eggini o.s.fr.

Hennara verk eru sera væl umtókt – bæði til vanligt privat listainnkeyp, men eisini í td. frálærutilfari og próvtøkuuppgávum, har m.a. miðnámsskúlanæmingar sum part av bókmentum og skriving skulu greina og tulka t.d. eitt myndlistarligt verk. Minnist, hvussu stílahefti tað eina árið talaði til mín, hugdi upp á meg sum føroysktlærara, tá ein av hesum kendu málningum Sigrunar av mammuni við faldaðum hondum var á forsíðuni. Og so at kunna staðfesta, at fleiri valdu, at skriva um myndlistaevnið, hóast næmingar ofta halda tað vera trupult.

Tí listin hjá Sigrun egnar seg so væl til at royna at seta orð á stóru spurningarnar í lívinum og grundleggjandi virðir og til at kjakast út frá. Eitt boð uppá tilverunnar stóra loyndarmál. Naivisman við serstøku súmbolunum og eini surrealismu, sum heldur dregur enn stoytir frá, eggjar okkum uttan mun til aldur. Og tað er sum orðini hjá Michel Berger, fronskum, filosofiskum sansgskrivara, siga mær okkurt her:

“J'aurais voulu être un artiste

Pour pouvoir dire pourquoi j'existe”

“Eg vildi verið listafólk fyri at kunnað sagt, hví eg eri til”

Sjálv keypti eg mær ein málning av hesi gentuni, sum hyggur út í rúmið, út í framtíðina. Og hon er ikki hvør sum helst at hava á vegginum, undir liðini, har eg geri tað mesta av mínum fyrireikingararbeiði. Hon fær øll í húsinum at steðga á javnan.

Tað gevur at bíta, hvørjaferð fólk tyrpist til fernisering á Hvítaklettsvegi á Eiði: tá fer samrøðan høgt og breitt frammanfyri slíkum málningum, sum tann við høgguslokkinum við teldu og vøgguni og latínsku áskriftini: “Manus qvæ cunas movet mundum regit”, sum minnir okkum á, stóru ávirkanina hondin, nærveran við vøgguna, við barnið, hevur. So einfaldur og sjálvsagdur boðskapur, men hví eru vit ikki meiri tilvitað um hendan djúpa sannleika?

Samrøðan styrkist frammanfyri málningum av gentuni, av mammuni, av reyðu skógvunum, egginum, av mongu smáu tilsipingunum. Og fólk undrast – saman. Tí eitt týdningarmikið listaverk varðveitir altíð sínar innastu loynidómar, sambært høvundanum, Sigurd Helseth. Og fyri at fylgja hesum tanka, kunnu vit taka í hendan setningin, sum kemur fram í tilfarinum um Sigrun: “Listin er hjartað, eg lati úr og gevi tær”. Hetta er so djúpt og einfalt um somu tíð, so grundleggjandi erligt tilfar, har øll – uttan mun til bakgrund kunnu vera við í samrøðuni og royndunum at tulka. Mitt meðan tað enn er hátíðardámur á og ein stór professionalisma. Hjartans og kenslunnar vísdómur er nógv størri, enn vit intellektuelt vilja vera við - vilja viðganga - sum norski heimspekingurin, Arne Næss, eisini royndi at vísa á.

“Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út” segði hin vísi kongurin, Salomo, jú eisini.

Í dag er veitsla fyri list av Eiði, við dámi av brúsandi sangi úr Klaksvík, av fakligari bók frá dugnaligu fakfólkunum her á staðnum í okkara hjarta, okkara frístaði, Listasavni Føroya, bygt til og halgað list í hesum ríka landinum. Vit hátíðarhalda, at her var ein genta, sum var abbadóttir málaran, Niels Kruse, og sum teknaði heilt frá tí hon var barn og valdi at fara allan vegin og taka útbúgving innan list. Vit hátíðarhalda, at hon varðveitti sítt hjarta allan vegin, haðani lívið – í hesum førinum listin – gongur út. Vit fagna sterka stíli hennara, og arbeiði við litum. Vit stíga inn í listina, spent og við bivan, tó opin, tí vit vilja hava tað, hon bjóðar: avdúking, djúphhugsni, gudabornan vakurleika, eksistentiellan ótta, sorg, gleði, trúariva, trygd og alt tað, sum vit hvør í sínum lagi fáa burturúr, tá vit leita fram at hesum løriftum.

Við hesum fáu orðum og við hávirðing er hendan forkunnuga framsýning nú opin!