Løgmansrøðan og mentan

Eg fari í hesum seinna innslagi at tosa eitt sindur meira um nakað, sum bindur okkum saman, mentan og so mentanarpolitikk, soleiðis sum hesi koma til sjóndar – og ikki – í løgmansrøðuni og ískoytispartinum.

Undir Mentamalaráðnum í ískoytispartinum verður nevnt, at

At Mentanargrunnurin skal upp á 10 mió

At Savnsøkið skal hava rætt lógargrundarlag, góðar hølisumstøður og rætta jattan

At verklagslóg skal leggjast fyri tingið um Tjóðpall hetta tingárið

At eitt átak verður um málsliga menning hjá børnum í dagstovnaaldri

At Føroyar skulu bjóða seg fram sum vertur fyri Oyggjaleikunum í 2023

Hetta er greitt og gott! Men eisini í fleiri øðrum geirum er mentanin – kanska eitt sindur fjald – m.a. týðing av pørtum av revsilógini til føroyskt, sum er sera týdningarmikið. Og tá tað kemur til mentanina, haldi eg, at vit eiga at seta okkum sera greið og høg mál!


Skapandi vinnur

Politikkur/álit um skapandi vinnur kemur til aðalorðaskiftis í tingárinum. Hava vit givið okkum far um, hvat hetta snýr seg um? Átøkini nevnd í hesum áliti um Filmshús og um FabLab eru farin av bakkastokki, um enn ikki liðugt útbygd enn. Men eftir standa m.a. tilmælini um:

Tónleikaútflutningsstovu,

Menning av føroyskari gastronomi,

Tiltøk at styrkja støðuna hjá arkitekturi og sniðgávu og at stimbra nýggja útflutningsvinnu.

Kortlegging av føroyska skapandi búskapinum

Nýskapanardepil (gransking, vinnuframi og skapandi vinna)

Altjóða útbúgvingartilboð innan skapandi vinnu

Størsti vinnuvøksturin í framkomnum samfeløgum er ar finna í vitanartungum og skapandi vinnugreinum - heilsuvísindum, KT, mati, sniðgávu og undirhaldsídnaðinum. Nýggj størv liggja eisini á hesum økjum. Eisini tí eiga vit at hava gransking og útbúgving innan hetta økið í Føroyum.

Her er almikið at fara nærri inn á, men um vit hyggja at átøkum innan arkitektur og sniðgávu, so eiga vit at orða ein politikk um hesi. Tórshavnar kommuna, Eysturkommuna og Klaksvíkar kommuna hava samtykt at áseta serligan prosentpart av byggikostnaði, sum skal markast til listprýðing. Hetta eru mál, sum síggjast aftur í hesum kommunum, og eg haldi, at landið eigur at seta sær slík mál.


Ferðavinna og mentan

Í ferðavinnuhøpi er mentan týdningarmikil. Í fyrstu atløgu hava Føroyar verið ein vitjanarverd destinatión vegna nátúruna. Gallup kanning vísti at einans 7 % av gistandi ferðfólki á gistingarstøðum í Føroyum í 2014 vóru komin higar vegna mentan. Tað má siga okkum, at vit kundu sett nógv nýggj stavnhald um mentan í ferðavinnuhøpi. Hesi høvdu eisini í ávísan mun avlastað náttúruøki, sum tey flestu ferðafólkini fara til í dag. Og nýggjar inntøkur til listafólk kundu verið møguligar heilt skjótt:

Rithøvundar, tónleikarar, myndlistafólk o.o.

Og so mugu vit minnast til at læra børn og ung mál, so tey lætt taka uppgávur á seg í hesi nýggju vinnu: enskt, týskt, franskt, spanskt, danskt o.o.


Føroysk djórasløg og kappróður

Til mentanararvin, sum vit so fegin vilja sýna fram fyri útlendskum og føroyskum ferðafólkum, hoyra serlig føroysk djórasløg, sum vit í ov lítlan mun alment hava gáað um. Fuglafrøðingurin, Sjúrður Hammer, hevur nevnt fuglar sum náttúru og sum mat og hevur ført fram, hvussu illa vit sýnast tíma at útvega okkum vitan um stovnar, egg o.a.

Føroyska rossið gevur ómetaligt eyka virði í náttúruupplivingini, í søgusiganini og í livandi savnsupplivingini. Men var tað ikki fyri sjálvbodnu kreftirnar og tá stovnaða Felagið Føroysk Ross, so var tað helst útdeytt. Felagið hevur mong boð uppá, hvussu vit kunnu menna náttúru- og mentanarverkætlanir við føroyska rossinum. Og her mugu almennu Føroyar nú taka støðu til at geva tí tað rætta serstaka plássið: m.a. sum góðkent alifelag.

Líknandi serstøðu eiga vit at umhugsa fyri kappoðurin, sum heldur lív í sambandinum til hav og bát kring Føroyar í einum ítrottarligum høpi og peikar á føroyskt bátasmíð, hóast mun millum siðbundna bátin og kappróðrarbátin. Gera vit nóg mikið fyri føroyskan kappróður? Hvat kunnu vit gera at stimbra og virða hann meira?


Leist fyri úrvalsítrott

Til seinast vil eg nevna, at innan ítrottin eru vit komin á hægri menningar-og búningarstig enn vit hava verið á. Tað síggja vit á mongu spennandi úrslitinum seinastu tíðina. Og tað er tørvur á at gera ein úrvalsítrottarskipan fyri m.a. liðítrott við langari søgu innan góðkendar altjóða kappingar. Eg vil heita á landsstýrið um at fáa í lag samskifti við ÍSF og sersambondini um ein framtíðar stuðulsleist.

Má tingárið 2017 geva góð úrslit fyri føroyska mentan og mentan í Føroyum!


Hanna Jensen