Makrelmálið – 27. september 2010

Makrelveiðan – nýggir møguleikar ella bara meira klandur ?

Arbeiðshátturin hjá uttanlandsnevndini í makrelmálinum hevur sáa iva um mannagongdina, um samráð millum nevndina og landsstýrið kann brúkast til slíkar samráðingar.
Nevndin hevur – við samráði síni við landsstýrismannin – ikki gjørt tilgongdina greiðari. Tíbetur stóðst ikki størri skaði av hesum, hetta tí, at landsstýrismaðurin helt fast um samráðingartilgongdina.
Læt okkum nú fáa tað besta burturúr okkum øllum at gagni.

Læt meg allarfyrst siga, at eg higartil havi hildið meg frá at gera almenn úttalilsir um makrelmálið. Hetta mest tí, at málið er viðgjørt í uttanlandsnevndini í trúnaði og tí ikki egnað at viðgera alment.
Hinvegin sær tað út til, at ávísir nevndarlimir í Uttanlandsnevndini hava eina aðra fatan av, hvussu mál í trúnaði kunnu handfarast alment. 
Eg fari tí at royna at umrøða makrelmálið so yvirorna sum møguligt.

Tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Jacob Vestergård tíðliga í ár bað um samráð við uttanlandsnevndina, so var hetta fyri at fáa ráð frá nevndini um, hvussu samráðingar um makrelin skuldu leggjast til rættis.
Nevndin gav Jacob Vestergård tey ráð, at hann í samráðingunum við Noreg og ES skuldi krevja 13% av heildarkvotuni. Tey 13% vóru grundað á eina meting frá Havstovuni. Nevndin gav harumframt landsstýrismanninum tey ráð, at hann skuldi royna at fáa størra kvotabýtið at rúmast innanfyri ta strandalandaavtaluna, sum Føroyar hevði við Noreg og ES.

Um hendan samráðingarleistin var full semja millum uttanlandsnevndina og fiskimálaráðharran. Báðir partar vistu tó, at talan var um sera truplar – fyri ikki at siga ómøguligar – samráðingar.
Makrelmálið er ikki so nýtt mál í føroyskari fiskivinnu, at tað bara er Jacob Vestergård, sum hevur haft ábyrgdina av makrelsamráðingunum við Noreg og ES. Tað hava fleiri aðrir landsstýrismenn gjørt m.a. bæði úr Sambandsflokkinum og úr Tjóðveldisflokkinum. Ongin hevur megnað at sannføra Noreg og ES um, at vit eiga størri part av makrelstovninum.

Um samráðingarnar hesaferð hava verið nøktandi, kann ein altíð meta um. Men eg síggi, at bæði John Johannesen og Høgni Hoydal alment hava funnist at landsstýrismanninum fyri samráðingarúrslitið, og hvussu hann annars hevur hagreitt makrelmálið.

Í hesum atfinningum eri eg ikki samdur, og haldi eg at talan er um partapolitikk og valretorik.
Landsstýrismaðurin hevur verið loyalur móti teimum ráðum, hann fekk frá nevndini. Hetta er meira enn tað mann kan siga um partar av uttanlandsnevndini.

Tí var tað rættiliga naivt og ikki sørt vandamikið, at meirlutin í nevndini vildi steðga samráðingar-tilgongdini við kravinum um, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skuldi gevast við sam- ráðingunum og lata uttanríkisráðharra og løgmann taka yvir samráðingarnar..
Eg kann neyvan hugsa mær, at hetta hevði gagnað málinum og styrkini hjá landsstýrismanninum at samráðast.
Landsstýrismaðurin gjørdi tó av – áðrenn hann gav nøkur loyvi at fiska makrel í føroyskum sjógvi – at biða um fundir við bæði norska fiskimálaráharran og við ES komisserin.
Úrslitini kunnu best lýsast við orðunum hjá Pipar og Salt –“ tað kann gott vera at tit hava góð argumentir, men vit hava rætt”.
Í dag eru øll vælsaktans greið yvir, at vit ikki flyta kvotabýtið ein tumma bara við samráðingum. Ráðini sum uttanlandsnevndin gav landsstýrismanninum eru ikki møgulig at fylgja. Her er ikki talan um bæði og – men um antin ella.
Møguleikarnir sum landsstýrismaðurin hevði vóru tvinnir : Antin hildu vit uppá okkara rætt og kravdu í minsta lagi 13% av heildarkvotuni, ella eisini góðtóku vit framhald av strandalanda avtaluni, sum hevði givið okkum 4,7%.

Sjálvsagt eiga vit at venda aftur til samráðingarborðið, men nú hava vit prógva :
1. at nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi.

2. at makrelur gýtur í føroyskum sjógvi
.
3. at makrelurin, sum fiskaður verður í føroyskum sjógvi, væl kann brúkast til matna
.
4. at makrelurin kann fiskast á fjøltáttaðan hátt
.
5. at prísurin er munandi betri enn mett frammanundan.

Eg ynskti undir viðgerðini í uttanlandsnevndini at koma uppá tal við felagið Nótaskip. Hetta eydnaðist ikki. Hví, tað veit eg ikki, men ein betri kunning og dialogur millum nevndina og felagið Nótaskip, hevði ikki gjørt málsviðgerðina verri.
Ein av spurningunum, sum eg vildi sett var, um vit við at seta okkum eginkvotu, máða støði undan MSC-góðkenningini?

Hvussu ber tað til, at tað bert er føroyska veiðan, sum ikki er burðardygg, tá vit áseta okkum eginkvotu. Vit vita, at ongin munur er á tí, sum vit gera, og tað sum hini londini, sum varða av makrelstovnum, alla tíðina hava gjørt
Føroyingar hava øll árini hildið seg innafyri tað býti okkum er tilluta í avtaluni, meðan bæði Noreg og ES hava loyvt sær at flyta upp og niður nærmast, sum teimum lystir. Seinasta ár veiddi ES 120.000 tons meira enn teimum var tilluta.

At Noreg og ES umsita teirra býti í strandalandaavtaluni á slíkan hátt innturkar okkara býtisprosent. Um tey 120.000 tonsini sum ES fiskaði ov nógv í fjørð vóru løgd omaná heildarkvotuna kundu vit haft fiska knapt 6.000 tons meira ella millum 15 og 20% meira enn vit gjørdu.
Er hetta seriøst ??

Aftrat hesum hevur Ísland í nøkur ár ásett sær eginkvotur – onki bann hevur verið sett móti teimum hvørki í Noreg ella ES.
Er hetta seriøst ??

Makrelveiðan í føroyskum sjógvi hevur í ár verið eitt sera spennandi átak at fylgt við í. Eitt politiskt átak, sum hevur brotið við tað maktarloysi ella óndu ringrásina, sum hevur eyðkent føroyskan politikk í seinastuni.
Nýggjur og fjølbroyttur fiskiskapur hevur tikið seg upp, og vit eiga nú at tryggja, at henda fær tíð at fóta sær og gerast ein alternativur inntøkumøguleiki hjá okkum.
Tað er møguligt, at býtið av makrelkvotuni millum teir ymisku veiðubólkarnar framyvir skal broytast, og at loyvini skulu treytast øðrvísi, men læt okkum standa saman, soleiðis at vit hava nakað at býta.

Vit hava við makrelveiðuni í ár fingið týðandi upplýsingar um makrelstovnin undir Føroyum. Upplýsingar, sum vit tíverri ikki hava haft áður, hetta hóast at føroyingar tey nógvu seinastu árini hava kannað makrelstovnin saman við Noreg og ES allastaðni, men bara ikki í føroyskum sjógvi – ein kann spyrja hví ? Hevið tað ongan týdning at fáa at vita, hvussu makrelurin ferðaðist og livir í føroyuskum sjógvi, ella vildi mann bara ikki vita tað ?

Um vit bara hugsa okkum at eitt graml av veruleika er í pástandinum um at nógvi makrelurin undir Føroyum hóttir aðrar fiskastovnar, er talan um trupuleikar og avleiðingar av heilt øðrum dimosiónum.
Vit hava – takkað veri fiskiskapinum eftir makreli undir Føroyum í ár – fingið eitt munandi betri útgangsstøði til komandi samráðingar við Noreg og ES.
Eg eri tó ikki optimistiskur um úrsliti.

Sjálvsagt skulu vit meta um tær avleiðingar ein eginkvota kann hava við sær, men tað at halda uppá okkara vælgrundaða og handla tilsvarandi kann ongin revsa okkum fyri.

Standa vit saman, vinna vit. At leggja okkum skerflatan fyri norðmonnum og ES førir ongan veg – ONGAN.

Poul Michelsen

løgtingsmaður