Meiri pengar skulu játtast til heimahjálp í Havn

Kelda: in.fo

– Vit leggja stóran dent á at bøta um umstøðurnar hjá teimum eldru og óhjálpnu,

Tað sigur Bergun Kass, býráðslimur í Havn, og forkvinna í nýstovnaðu eldranevndini hjá býráðnum. Og tað sigur hon eftir at Niklái Petersen, fyrrverandi løgtingsmaður, kærdi sína neyð í gjár og helt, at tað var nógv fyri, at ein av ríkastu kommununum í landinum púrasta sleptu teimum óhjálpnu upp á fjall.

Bergun Kass sigur, at nøkur stig eru tikin fyri at bøta um støðuna, men at tað fara at verða tikin nógv fleiri stig sum frálíður. Hinvegin vísir hon á, at fíggjarliga rásarrúmið at gera nakað í, er ógvuliga avmarkað.

– Runt roknað fær Tórshavnar kommuna einar 800 milliónir inn í skatti, men av teimum eru einar 600 milliónir bundnar í rakstrarútreiðslum av ymsum slagi. Og av restini, verður neyðugt at brúka einar 160 milliónir til tær útbyggingar í skúlar, og annað, sum undanfarna býráðið samtykti, og sum hetta býráðið nú hevur arvað.

Hon ásannar, at onkrar av hesum útbyggingum hava verið neyðugar, men hon heldur kortini, at okkurt kundi havt bíðað.

– Eitt nú haldi eg ikki, at tað var rætt at fara undir nýggja musikkskúla beint nú, og heldur brúkt pengarnar til eldrarøktina sigur Bergun Kass. Men alt hetta merkir, at í roynd og veru hava vit ikki meiri enn einar 40 milliónir til taks at arbeiða við, leggur hon afturat.

Og samanumtikið heldur hon ikki, at støðan er so vánalig, sum hon viðhvørt verður gjørt til og hon leggur dent á, at tey, sum arbeiða í umsorganartænastuni hjá býráðnum, gera sítt allar ítatarsta við teimum pengum, tey hava.

– Vit nøkta tørvin hjá einum 96 prosentum av teimum eldru, men kampurin verður nú at røkka teimum síðstu fýra prosentunum eisini og tað skal eydnast, hvussu so víkir og vendir, sigur forkvinnan í eldranevndini.

– Eg havi fulla virðing fyri teimum atfinningum vit fáa, tí tær eru púra rættvísar, men tað tekur sína tíð at byggja røktarheim og avbjóðingin er at loysa trupulleikan til tað kann gerast, og tað leggja vit stóran dent á, sigur Bergun Kass.

Og hon sigur, at í hesum sambandi verður dentur nettupp lagdur á at útvega fleiri pláss í dagtilhaldunum. Harumframt hevur býráðið heitt á landsmyndugleikarnar um at hækka samsýningina, fólk fáa fyri at ansa óhjálpnum heima og samanumtikið fara tey tiltøkini at minka um tørvin á røktarheimsplássum.

Og eitt, hon lovar, er, at í næstu fíggjarlóg skal meiri peningur játtast til heimahjálp fyri at bøta um tann tørvin.

Annars hava kollfirðingar fingið dagtilhald og Tjarnargarður verður bygdur út, so at tað verða fleiri pláss í dagtilhaldinum. Samstundis verður eisini arbeitt fyri at dagtilboðið til dement í Stjørnulon, eisini skal umfata vikuskiftini.

Meiritutin hevur eisini sett sjøtul á arbeiðið at byggja nýtt ellisheim við tí endamáli at tað skal koma í hesi býráðssetuni. Talan er um eitt ellisheim til eini 40 fólk, men sum tað skal bera til at byggja út eftir tørvi.

Men eitt røktarheimspláss kostar 600.000 krónur um árið, so tað er ein dýr loysn og tann kostnaðurin má ikki fara longur upp, tí er tað ikki loysnin bara at økja talið á starvsfólkum á røktarheimum.

– Tí mugu vit sleppa gamlari vanahugsan og at hugsa um aðrar møguleikar fyri, hvussu vit gagnnýta tey betri. Tað kann vera við at gera pláss fyri fleiri fólkum í hvørjum røktarheimi, ella hvat tað kann vera. Og tað er eisini eitt arbeiðið, sum vit eru farin undir at kanna, sigur forkvinnan í eldranevndini.

– Í hesum sambandi leggja vit eisini stóran dent á tað fyribyrgjandi arbeiðið so at fólk klára seg longri sjálvi, og tað minkar eisinu um tørvin á røktarheimsplássum.

– Men vit mugu eisini ásanna, at higartil hava politikarar hugsað alt ov lítið um millumliðini ímillum tað at búgva heima og tað at fara á røktarheim. Tað svíða vit fyri í dag og tað er hesa leiðina, vit leggja stóran dent á, sigur Bergun Kass.