Menn av Mars ella kvinnur av Venus!

Ella er nakað eftir hjá okkum at gera?

Soleidis kundi man spurt í kjalarvørrinum av lesarabrævi hjá fyrrverandi borgarstjóra.

Havi heldur hug at skriva og lýsa uppgávuna yrkisliga og undir heitunum um

avgreiðslu- ella virðispolitikk

Har tað fyrra mest snýr seg um pengar, karmar og kendar funktiónir, meðan tað seinna er um sjálvt innihaldið av býráðsarbeiði, nýggjar avbjóðingar, dagføringar samsvarandi tíðaranda og virði hjá borgara og fjøldini sum heild av tí, tú sum politikkari, leggur fyri dagin.

Man kann spyrja....

Burdi eisini verið hugsað um eldráíbúðir og bústaðarmillumloysnir longu tá man bygdi Boðanesheimið - soleidis at eldrapolitikkurin var tíðarhóskandi?

Burdi man havt eitt dygdargott alment kjak um fyrimunir og vansar og hugsjónina um frælsi hjá foreldrum at velja vanligu ella nýggju loysnina, áðrenn man loyvdi ella fór í gongd við skúlastovur og skúlaflokkar vid fimti næmingum?

Burdi man vitað um nøgdsemi hjá foreldrum av dagstovnatilboðum - og/ella um leiðslur, starvsfólk og foreldur halda viðurskiftini vera góð og tíðarhóskandi?

Ella áttu vit at ivast í um tað var rætt at keypa bygning til almenna umsiting og virka fyri og stuðla undir møguleika hjá privata og banka at hita upp búskapin í uppgangandi konjukturi, heldur enn at arbeða fyri kommunalum fíggjarligum mekanismum, sum geva loyvi til at leggja pengar í grunn - og útseta íløgur og verkætlanir til lágkonjuktur?

Og soleidis kunnu vit halda áfram, hugleiða, ramsa upp og spyrja, ja, av Venus, sum møguliga er svarid til fyrrverandi borgarstjóra og størsta broytingin í nýggja býrádnum.

Við vón um konstruktivan anda!

Bergun Kass, býráðslimur í Tórshavnar kommunu