Mentan sum útflutningsvøra

“Men hvat skalt tú brúka hasa útbúgvingina til?” Vit gingu á Vesturbrúgv.  Abbi mín og eg.  Pápi  hansara hevði fiskað undir Íslandi, og sonur hansara  undir Grønlandi. So hvat skuldi unga abbadóttirin brúka eina humanistiska universitetsútbúgving til. Hvør nytta var í tí?

Hóast hann hevði systrar, sum vóru avíkavist sjúkrasystir, magistari og listakona, so metti abbi, at peningaliga virði lá á sjónum. List og mentan vóru fín, tey góvu okkum  lívsgleði, stoltleika og rótfesti, men búskaparligan vinning kundu vit ikki vænta okkum úr øðrum enn fiskinum.

Ísland í Frankfurt
Á stóru bókamessuni í Frankfurt í farnu viku var Ísland heiðursgestur, og tað var hugtakandi at síggja, hvussu væl skipað og dynamisk tey eru.  Har vóru ongar undanførslur. Við ríkum skaldskapi vóru tey altjóða leikarar í samrøðu við heimin.

Sjálvandi eiga vit at hyggja og læra av íslendingum. Teir hava kanska sterkari mentanarligar røtur enn vit, men tað var ikki hetta, sum tey løgdu dent á í Frankfurt. Heldur vóru tað teir núlivandi, djørvu og víðskygdu rithøvundarnir, sum settu dagsskránna. Og slíkar rithøvundar eiga vit eisini.

Marknaðarføring skal til
“Norðurlendingar duga so væl at marknaðarføra seg,” segði ein kekkiskur ritstjóri, sum koyrdi meg inn á messuna tann seinasta dagin í Frankfurt. Hann var á bókamessu fyri at keypa rættindi til at týða bøkur og geva tær út í heimlandinum. Hann hevði givið fleiri norðurlendskar rithøvundar út, og í ár hugdi hann serliga at íslendskum rithøvundum.

Meðan vit koyrdu ígjøgnum evropeiska pengahøvuðsstaðin greiddi hann mær frá, hvussu tey almennu listaráðini í Svøríki, Noregi og Danmark leingi høvdu trýst teirra rithøvundar inn á marknaðin, og Ísland var eisini komið væl við í kappingina.  Eg spurdi, um hann kendi nakran rithøvund í Føroyum. Nei, tað gjørdi hann ikki.

Framsókn og fiskiligu listafólkini
Valskráin hjá Framsókn  staðfestir, at vit skulu menna samstarvið millum Føroyar og umheimin, millum annað við at leggja nógv størri dent á at finna nýggjar útflutningsmarknaðir. Framsókn ynskir eisini at tryggja listafólkum góð kor, so Føroyar kunnu hava eitt ríkt lista- og mentanarlív.

Listin er  í so máta ikki so nógv øðrvísi enn fiskivinnan. Okkara listarligi heimamarknaður er alt ov avmarkaður til at tryggja okkara virknu listafólkum rímilig kor. Tað almenna skal vera við til at tryggja karmarnar, so listafólkini kunnu fiska niðri íhugans dýpi, og síðani eigur landið at hjálpa til at trýsta hurðar, so nýggir marknaðir lata seg upp.

Tað almenna skal ikki køva dynamikkin, sum liggur í tí privata, men vit skulu duga og tora at troyta mentanina nógv meira í vinnuligum høpi. Hetta fer at geva okkum eitt enn ríkari og fjølbroyttari heimligt mentanarumhvørvið, og føroysk list verður enn meira spruttandi, sprelsk.

Dorit Hansen