Annfinn Fagraklett er 43 ára gamal, uppvaksin í Kollafirði, men hevur nú búð seinastu 20 árini í Norðragøtu, hann er giftur og hevur 4 børn.

Míni mál

Lágan skatt og høgan barnafrádrátt

Tvey umráðandi stig verða at taka til tess at fáa enn fleiri ungar familjur at trívast í kommununi. Vit skulu seta skattin niður á eitt hóskandi lágt stig. Tá ið vit síggja, hvat kemur inn í skatti, so gera vit íløgur eftir tí og ikki øvugt, sum ofta verður gjørt. Og so skal barnafrádrátturin upp á eitt stig, sum í minsta lagið er kappingarført við aðrar kommunur.

Bátahylurin í Norðragøtu

Nógv øki í kommununi eru væl útbygd, men onnur eru eisini, sum halta afturúr, har er til dømis bátahylurin í Norðragøtu. Hann treingir til eina dagføring.

Fótbóltsvøllurin og Víkingahúsið

Vit hava ein góðan fótbóltsvøll við einum snotiligum ítróttarhúsi, sum kommunan eigur at gera liðugt. Vit hava nógv siglandi fólk í Eysturkommunu, sum eisini eru spentir uppá Víking, men sum bert kunnu verða heima helvtina av árinum. Tí eigur kommunan at gera tað møguligt hjá tí siglandi fólkinum at síggja allar heimadystirnar hjá Víkingi á netinum. Tað hevði eisini verið gott hjá teimum gomlu, sum eru áhugað í Víkingi, men ikki seta seg føran fyri at fara á vøllin.

Annfinn Fagraklett

Valevni fyri Framsókn í Eysturkommunu