Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í undirvísingarmálum um undirvísing í týskum.

Føroyska samfelagið eigur í sínum útbúgvingarverki eins og sínum vinnupolitikki at hava miðvís mál fyri førleikar innan tungumál. Vit vita, at hugburður til ymisk mál kann broytast við tíðini og av ymiskari ávírkan. Vit vita eisini, at við nýskipanini innan miðnám, sum varð sett í verk í august 2013, vórðu víðfevndar broytingar gjørdar í mun til krøv um at læra fremmandamál. Tí vil eg spyrja landsstýriskvinnuna:

1) Sær landsstýriskvinnan tekin um at málførleikar í týskum í Føroyum eru víkjandi?

2) Hvørjir vansar kunnu standast av fyri føroyska samfelagið, um færri duga tungumál sum týskt væl og hava undirvísngarførleika eins og førleikar at útinna sítt starv á týskum?

3) Eru aðrir fyrimuninir enn vinnuligir og onnur atlit enn marknaðaratlit, tá um undirvísing í týskum ræður í føroyskum fólkaskúlum, á føroyskum miðnámi og í føroyskari lærararútbúgving?

Tað frættist um landið, at færri lesa týskt í fólkaskúlunum og á miðnámi. Hvussu man støðan í veruleikanum vera? Og hvørjar møguligar orsakir eru til eina broytta gongd?

Hvørjar grundgevingar kundu verið fyri at lært týskt? Eru tær vinnuligar og viðvíkja m.a.

marknaðaratgongd? Eru tær mentanarligar og rættaðar móti undirvísing í týskmæltum bókmentum og týsktmæltari mentan annars? Eru tær málsligar og rættaðar móti at styrkja vitan um mál, sum eru nær skyld við okkara?

Hetta eru spurningar, sum vit helst standa við, tá um útbúgvingarpolitikk ræður. Og mann kundi farið so langt sum at spurt: Hvussu nógv lesa týskt í fólkaskúlanum í dag?Hvussu nógv lesa týskt á miðnámi í dag? Og hvussu nógv eru undir útbúgving sum týsktlærari á Fróðskaparsetri Føroya í dag? Og er nakað granskingarstarv á Fróðskaparsetri Føroya í týskum máli?

Tað frættist úr ferðavinnuni, at nógv av ferðafólkunum, sum velja Føroyar sum ferðamannaland, eru úr - í europeiskum høpi - fólkaríka Týsklandi. Samstundis vita vit, at vaksandi áhugi er fyri at fáa týtt føroyskar bókmentir til týskt. Spurningurin er, um vit eru nóg tilvitað um, hvørjir møguleikar og hvørji vikisøki eru fyri føroyska arbeiðsmegi innan framleiðslu og handil í verandi og komandi vinnunum í Føroyum og innan undirvísingar- og mentnaryrki?

Tí verða hesir spurningar settir landsstýriskvinnuni.

Hanna Jensen, tinglimur og forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins