Munnligur fyrispurningur til Sirið Stenberg landsstýriskvinnu við heilsumálum frá Honnu Jensen

Munnligur fyrispurningur til landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Sirið Stenberg

1) Hvussu fer arbeiðið við at góðkenna læknar fram í Føroyum í dag?

2) Finst ein føroysk autorisatión til læknar í føroyska heilsuverkinum?

3) Um ja, hvørji eru krøvini til eina slíka og innihaldið í krøvunum?

4) Hvat kann ein tílík autorisatión nýtast til og hvørji eru framtíðarmálini við møguligari føroyskari autorisatión?

5) Í hvønn mun kann ein føroysk autorisatión vera eitt amboð at útvega læknar til føroyska heilsuverkið?

Tilgongd av læknum til føroyska heilsuverkið er eitt álvarsmál, sum fyllir nógv, bæði í sjálvum heilsuverkinum, í miðlunum og millum fólkið, sum kennir til læknatrot kring landið alt.

Læknaútbúgving er ein drúgv gongd og hóast kanningar millum miðnámsnæmingar vísa, at stórur áhugi er fyri at fara undir hesa útbúgving, so gongur long tíð, áðrenn hesi (møguliga) koma aftur til Føroya í turnusskipanini og til at taka størv á seg. Afturat hesum kann vera trupult at siga, hvørjar sergreinir vit skulu viðmæla fólki, sum vilja starvast í Føroyum, at útbúgva seg til. Hetta fer ein meginætlan fyri føroyska heilsuverkið vónandi at bøta um.

Í mun til omanfyri settu spurningar er áhugavert at fáa at vita, um ein føroysk autorisatión finst og um og hvussu ein tílík kann gera mun fyri at lætta um ta sokallaðu rekrutteringina. Um treytirnar í eini tílíkari autorisatión eru bundnar at læknaútbúgving og læknaroyndum eina, ella eisini fevna um mál sum ríkisborgararætt, málkunnleika ella annað.

Vitandi at viðurskiftini innan heilsu hava alstóran týdning fyri, hvussu fólk fata føroyska samfelagið, mugu myndugleikarnir altíð tryggja okkum, at vit eru á rættari kós fram ímóti enn betri heilsuverki – bæði í kommunulæknaskipan og á sjúkrahúsum.

Tí verða hesir spurningar settir.

Á løgtingi 22.februar

Hanna Jensen