Norðurlandanna nalvi má kuta nalvastrongin

Líka síðani norðurlendska samstarvi var stovna í 1952 ígjøgnum Norðurlandaráðnum, hevur tað frá føroyskari síðu verið eitt stórt politiskt ynski um at luttaka í samstarvinum.Tvær einmælt samtyktar løgtingssamtyktir prógva hesum, tann fyrsta í 1977, og tann næsta í 2003. Føroyskir mynduleikar hava sent inn heilar 4 umsóknir, ávikavist í 1976, 1980, 2003 og so aftur nú í 2016, har svarið enn einaferð var nei.

Tað er serstakuliga óheppið, at norðurlendsku brøður okkara ikki virða, at Norðurlondini øll eiga at vera javnbornir partar í einum so framskygnum og hávirdum fleirtjóða samstarvi sum tað norðurlendska. Við at nokta Føroyum fullan limaskap, so hevur norðurlendska ráðharraráði og norðurlandaráði vátta, at norðurlendska samstarvi ikki viðurkennur fólksliga fjølbroytni og hartil hoyrandi áhugamál í norðurlendsku menningini.

Hetta eigur at fáa beinleiðis avleiðingar fyri samstarvinum. Antin eru vit innanfyri, ella eru vit uttanfyri. Tey hava nú fyri 4. ferð váttað, at vit eru uttanfyri, íðan, so eiga vit eisini at halda okkum uttanfyri. Í hvussu so er fyribils. Føroyska flaggið eigur ikki at sleppa pynta fundarsalirnir í norðurlendskum ráðharraráðstevnum fyri onki, eins og er tað eitt spjaldur á bróstinum á norðurlendska felagsskapinum, sum ímynd av fjølbroytni, virðing og brøðrarlag, tá ið felagsskapurin velur at virka eftir heilt øðrum virðum.

Tað at formansskapurin í norðurlandaráðnum hevur valt enn einaferð ikki at ganga føroysku umsóknina um fullan limaskap í norðurlandaráðnum á møti fellur mær tó ikki beinleiðis fyri bróstið. Hóast eg loyvdi mær sjálvum vera vónríkan, so tók tað ikki langa tíð, áðrenn eg raknaði við. Tað eru nemliga sjálvdan brøður okkara, ið eru atvoldin til føroysku stillstøðuna í uttanríkispolitiskum málum. Tað er al oftast móður Danmark.

Niðurstøðan hjá formansskapinum var, at hetta var eitt mál ímillum Føroyar og Danmark. Tað vil siga, at forðingarnar liggja sum ikki einaferð í lóggávuknútunum ímillum Føroyar og Danmark.

Enn einaferð er tað ríkisfelagsskapurin, sum er ketan á fótliðinum. Umsóknin um limaskap er feld, og nú skal danska stjórnin koma við einum uppskotið, ið skal "styrkja føroysku luttøkuna í norðurlendska samstarvinum", hvat tað so enn merkir. Danmark skal altso enn einaferð leiga okkum inn har vit sjálvi vilja ganga. Og tað eigur ikki at góðtakast. Hetta merkir bara Álandsdokument, versión 2.0!

Hetta er eitt greitt tekin um, at danska kvørkratakið enn er fast, og spennitroyggjan enn pertin, og at vit eiga at stremba eftir at víðka okkara egnu heimildir, smíða okkum egna stjórnarskipan og dagføra uttanríkispolitisku heimildarlógina, og tað ongantíð ov skjótt!

Bjarni K. Petersen

Præsidiesuppleant, Ungdomens Nordiska Råd