Nú krevst dirvi at steðga á búskaparliga

Nógv ferð er á búskapinum, og tí er tað nú, vit skulu hava dirvi og evni at steðga á. Vit eiga at minnast, hvat fyrr er hent, tá ið Føroyar hava verið á einum búskaparligum aldukambi.

Á landsfundinum hjá Framsókn var ein av niðurstøðunum, at ávaringarlampurnar blinka. Tað er avgerandi neyðugt at ásanna, at rúm ikki er fyri øktum rakstri ella størri íløgum.

Sitandi samgonga hevur klárað seg rættiliga væl, men til heystar skal hon til sína endaligu roynd. At vit ansa eftir búskaparliga, skal hava fremstu raðfesting seinasta árið hjá sitandi samgongu.

Framsókn staðfestir, at samlaða virksemið í landinum er ov stórt. Við neyðugum amboðum skulu vit taka broddin av sveiggjunum í búskapinum og tryggja haldførið – og harvið frælsið og vælferð okkara.

Samlaða virksemið hjá landi og kommunum skal viðgerast undir einum og, um neyðugt, verða tálmað við lóg.

Hetta staðfesti Framsókn á landsfundinum 9. juni.