Oda er 44 ár og uppvaksin á Ternuryggi í Havn og búsitandi í Vesturbýnum saman við 15 ára gamla soninum.

Ókeypis? Nei, skattgjaldarin betalir

Senastu árini hava ein ørgrynna av undirhaldi og ókeypis tiltøkum verið fyriskipað í Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar kommuna hevur verið fyriskipari við og uttan privatar stuðlar.

Fakta er, at hetta er ikki ókeypis, skattgjaldarin betalir.

Nógv at tiltøkunum hava viðført, at man stongir fyri ferðsluni niðri í miðbýnum til stóran ampa fyri handilslív, matstovur og kaféir, sum støðast har.

Hví ikki heldur kasta hugskotini á borðið og so saman við privata vinnu- og handilslívinum í miðbýnum fyriskipa tiltøk, sum kasta pening av sær til vinnuna. Í dag kappast kommunan við tey vinnurekandi, sum støðast í býnum, við at bjóða ókeypis mat og drekka.

Sum dømi kunnu vit nevna matartiltøkini í Voksbotni, har man skonkir ókeypis drykkivørur til tey vitjandi og harvið tekur handil frá vinnuni í økinum.

Eg sá KVF sendingina frá eplafestivalinum á Sandi. Hetta er eitt gott dømi um, hvussu eitt gott samstarv millum ta privata og kommunala eigur at vera. Kommunan er íbirtari og so møtir privata vinnan upp og selur mat, føroyskt handverk o.a. og fær nakað burturúr fíggjarliga.

Eg eri vís í, at okkara borgarar onki hava ímóti at gjalda fyri eitt gott uplivilsi, ella í øllum førum at velja, hvat teir hava hug at fara til.

Lat okkum heldur velja, hvat vit ynskja, at okkara skattakrónur skulu brúkast til, tí við núverandi leisti, gjalda vit øll fyri ókeypis gildið hjá Tórshavar kommunu.

Oda W. Andreasen
Valevni fyri Framsókn