Høgni er 32 ára gamal og vaksin upp í Havn. Hann býr í miðbýnum við unnustu og 5 ára gomlu dóttrini.

Prutlandi, kókandi, vaksandi býur

Vit leita móti býum. Og soleiðis er eisini í Føroyum. Ung og vaksin, útisetar og útlendingar. Vit flyta til Havnar, tí býurin hevur nógv at bjóða, størv, útbúgvingar og ikki minst ymiskar lívsstílar.

Tá ið eg hyggi fram og ímyndi mær framtíðina, so síggi eg tað sama ytst har úti við havsbrúnna. Havnin veksur.

Nú hetta er veruleikin, er tað sjálvsagt, at vit mugu arbeiða eftir hesum. Hetta krevur eina langtíðarætlan og tíðarhóskandi virði.

Føroyar broytast skjótt beint nú, og í Framsókn halda vit, at tað er umráðandi, at vit ikki bara eru til reiðar at mýkja broytingarnar inn í okkara bý, men at vit eisini skilja og hava verið úti í heimi og soleiðis hava sæð og vita, hvat tað er, sum hendir beint nú og fer at henda. Nógvir útisetar flyta heim, og tað er einastandandi, og vit skulu altíð bjóða teimum at vera vælkomnar heim og vælkomnar til Havnar at búgva. Vit mugu fyrireika okkum til onnur og okkum sjálv soleiðis, at Havnin førkar seg við tíðini; at Havnin er klár til samtíðina og framtíðina.

Hvat so við teimum smáu hendingunum í gerandisdegnum, sum skapa trivnað og nøgdsemi? Fer alt til at hyggja fram í tíðina og leggja ætlanir um okkurt stórt har frammi, sum vit ikki eru enn? Tað er greitt, at við nærum 900 milliónum í samlaðum inntøkum á hvørjum ári komandi árini – altso einar 3,6 milliardir krónur til íløgur og rakstur komandi valskeiðið, so er eisini peningur til hetta. Sama hvat býráð situr við valdið, er peningur til tað smáa og góða, sum kostar eitt sindur men ikki so øgiliga nógv.

Eg eri sannførdur um, at ein tíðarhóskandi býur er tað, sum fær Havnina at vaksa enn meira og fær fólk at kenna seg heima - sama hvør sannføringin er.

Høgni Reistrup
Valevni fyri Framsókn