Valevni í Tórshavnar kommunu

Róaldur Jákupsson

Róaldur er 42 ár og uppvaksin í Hoyvík. Hann býr enn í Hoyvík saman við unnustu og tveimum døtrum á 11 og 5 ár.

Hann er einamest kendur fyri Brell, delikatessuhandil og kaffibrennarí - og nú eisini við kaffistovu á Vaglinum í miðbýnum. Fyri stuttum byrjaði Róaldur eisini sum fíggjarleiðari á Strandfaraskipum Landsins. Róaldur hevur HD í Global Business frá CBS og MBA frá Aarhus Universitet.

Róaldur brennur kaffi í vikuskiftinum. Eisini er tíð til hugnafótbólt og whisky. Hann spældi golf í Keypmannahavn í 6 ár. Og nú vil hann hava ein golfvøll á Glyvursnesi við 18 holum sum skjótast, so havnarfólk kunnu fáa hesa herligu ítrótt afturat øllum hinum ítróttarmøguleikunum. Eisini ferðavinnan fær stóra gleði av einum golfvølli.


- Havnin skal hava ein golfvøll við 18 holum. Fá vita veruliga, hvat golf er fyri nakað. Golf er ikki bara fyri ríkmenn og snobbar longur. Eg rokni við, at tá ið golfvøllurin kemur, verður hann brúktur so nógv, sum til ber.

- Brell er mítt hjartabarn. Ein fyritøka, sum eg havi uppfunnið og bygt upp úr ongum. Nú tá ið kaffistovan á Vaglinum er løgst afturat virkseminum, eri eg blivin meira varugur við, hvussu umráðandi tað er at fáa ein sunnari dynamikk millum tað almenna og privata.

- Skatturin í Tórshavnar kommunu skal vera lægst í øllum landinum. Heldur kommunan seg til at veita kjarnutænasturnar, meti eg, at vit kunnu náa niður á lægsta skatt í hesum valskeiðinum. Eg hald,i at skatturin skal tvey prosent niður beinanvegin.


Róaldur er góður við høvuðsstaðin og brennur ikki bara kaffi, men eisini fyri at gera veruligan mun fyri Havnina.

Róaldur Jákupsson er valevni fyri Framsókn til býráðsvalið 8. november.


Les fyrstu valgreinina hjá Róaldi HER