Røða á vinnudegnum 2018

Góðu vinnulívsfólk

Fyrst av øllum vil eg nýta høvi at takka Arbeiðsgevarafelagnum og Vinnuhúsinum fyri at sýna mær tann heiður at seta Vinnudagin 2018.

Eg fari at byrja mína røðu við einum einføldum spurningi.

Hví reka vinnupolitkk?

Í mínum hugaheim snýr tað seg um at skapa karmar fyri, at vinnan kann fáa rúmd at virka og vaksa. Landið skal skapa ein gróðrarbotn, har kapping og vinnuligur framburður kunnu festa røtur.

Í Føroyum er tað serliga viðkomandi at reka vinnupolitikk, tí at landið hevur søguliga verið tann stóri aktørurin í føroyskari vinnu. Landið hevur átt tungar vinnufyritøkur, veitt studning, veðhildið og ávirkað avgerðir – snøgt sagt blandað seg upp í vinnuna alt ov nógv.

Vit eru so líðandi farin burtur frá hesum. Studningurin og veðhaldini eru burtur. Marknaðir liberaliseraðir. Nakrar av gomlu monopolfyritøkunum eru privatiseraðar.

Vit hava seinastu trý árini roynt at sett ferðina á hesi tilgongd upp. Lív er selt. Privatiseringin av Posta liggur í løgtinginum. Føroya Tele seldi Formula og Vikmar fyri at fokusera upp á kjarnuuppgávurnar og lata vinnuna um restina. Fiskaaling hevur latið vinnuna yvirtaka rognaframleiðsluna.

Vit hava latið upp fyri kapping á flogrutuni. Vit hava latið føroysku firðirnar upp fyri nýggjum alivirksemi. Vit hava latið upp fyri, at smáframleiðsla av matvørum kann seljast til føroyska marknaðin. Vit avtaka innflutningsmonopolið hjá Rúsuni, so matstovur og fyritøkur sjálvar kunnu flyta inn vín.

---

Men enn er langt eftir á mál. Liberalisering er ein áhaldandi tilgongd. Eg komi í næstum at leggja ein eigarapolitikk fyri landið fram í Løgtingum. Í tí sambandi mugu vit tora at seta nakrar grundleggjandi og viðhvørt djarvar spurningar.

Er tað veruliga neyðugt, at landið eigur 1/3 í einum banka.

Fjarskiftisnetið er eitt natúrligt monopol, partur av undirstøðukervinum, og hóskar seg tí illa til privatisering. Men hví skal landið eiga telebúðir? Vit fara at loysa net og tænastur stigvíst frá hvørjum øðrum, og soleiðis skapa ein frælsan marknað. Og hví ikki arbeiða fram móti eini sølu av FT Samskifti?

Eg veit, at onkur kann seta spurningin: Hví skal landið so eiga eitt flogfelag? Og hví skal tað flogfelagið byggja hotel? Tað upplagda svarið er, at landið skal ikki eiga eitt flogfelag. Hví skulu vit eisini tað? Vóru vit á einum marknaði við veruligari kapping, so hevði tað als ikki givið meining. Men vit kenna øll søguna um royndina at privatisera Atlantic. Tað var alt annað enn væleydnað og ásannaðu at tað einasta sum er verri enn eitt alment monopol, er eitt privat monopol.

Men nú hava vit so fingið ein spíra av kapping, sum hevur gjørt stóran mun. Um gongdin heldur fram, og kapping gerst grundstøði í flogferðsluni – kunnu vit aftur farið at hugsað um at privatisera Atlantic Airways.

Uppgávuna hjá landinum sum eigari av partafeløgum er at tryggja eitt undirstøðukervi í heimsflokki – til bæði vinnu og húsarhald. Tað verði seg undirsjóvartunlar, fiburkaðalar, el-net, eina loftbrúgv ella kanska hitt fyrsta 5G netið í heiminum. Restini hevur vinnan bestu fortreytir fyri at taka sær av.

---

Oftari enn vit geva okkum far um, hava tað almenna og tað privata samanfallandi áhugamál. Til dømis í ferðavinnuhøpi.

Samstarvið millum vinnu og tað almenna er fortreytin fyri tí úrsliti, vit nú síggja: at ferðavinnan stendur í best blóma.

Tað arbeiða 6-700 fólk í vinnuni, og umsetningurin fer skjótt at tátta í milliardina. Vit hava fingið nýggj gistingarhús og fleiri eru á veg. Matstovur og veitingarstøð hava úr at gera.

Næsta ár halda vit fram at menna Føroyar sum ferðamál. Nú Visit Faroe Islands hevur rokkið sínum fyrsta máli at seta Føroyar á heimskortið sum ferðamál, verður arbeitt saman við aktørunum í vinnuni og kommunum at samskipa ferðavinnuna, so hon verður burðardygg og samstundis kastar av sær. Grundtankin er, at í Føroyum eiga vit at leggja dent á dygdarferðir og ikki so nógv á mongdina av ferðafólkum.

---

Eg byrjaði við at spyrja: Hví reka vinnupolitikk?

Í mínum hugaheimi má vinnupolitikkur fevna um meira enn, hvussu vit skipa okkum internt. Tí úteftir eiga vit at vera ein og sami frontur.

Við stórum dugnasemi, framskygni og ídni er útflutningurin næstan tvífaldaður seinastu tíggju árini. Vinnan hevur funnið nýggjar marknaðir um allan heim.

Vit mugu tí í felag – vinnan og politiska skipanin – royna at vinna okkum fríari ræsir í altjóða samhandli. Vit eru ein handilstjóð. Vit innflyta alt, sum vit brúka, og vit útflyta alt, sum vit framleiða. Fyri okkum er vinnupolitikkur tí eisini handilspolitikkur. Tað er grundin til, at vit seinastu árini hava brúkt ómetaliga nógva orku at vinnan Føroyum frama kring allan heimin.

Sum partur av tí arbeiðinum er tykkara søga – forteljingin um alt tað virksemi og vinnulív í Føroyum er eitt týðandi og sterkt amboð. Søgan um føroyskar vørur, framleiðslu, tænstur, loysnir, uppfinningar og arbeiðsmegi skapar áhuga og forstáilsi fyri okkum sum eitt framkomið og spennandi land fyri umheimin.

Tí leggja vit altíð dent á, at útlendskir gestir hitta føroyskt vinnulívsfólk, hoyra tykkara sjónarmið og síggja føroyska búskapin til arbeiðis.

Eisini hava fleiri fyritøkur verið við á vinnuframaferðum, sum vit hava skipað fyri. Millum annað í Íslandi, Turkalandi, Kina, Kaliningrad, Russlandi og Brússel.

Á summum av ferðunum – millum annað so seint sum fyri viku síðan – havi eg sjálvur haft ta fragd at verið við, og sæð áhugan fyri føroyskum vørum, tænstum og loysnum á altjóða marknaðinum.

Rembingar eru á altjóða politiska vígvøllinum í løtuni. Altjóða handil millum lond er hóttur av tollkríggi millum USA og Kina. Brexit leggur trýst á Europa. Vit fylgja væl við – og fyri okkum eru ábendingar um, at Brexit fyri okkum hevur við sær nýggjar møguleikar.

Vit merkja týðiliga ein vaksandi áhuga fyri Føroyum kring allan heim – bæði politiskan áhuga og handilsligan áhuga. Vit arbeiða tí miðvíst við at lofta tí áhuganum og umseta hann til ítøkiligt gagn fyri Føroyar.

Liberalur vinnupolitikkur heima eigur at verða fylgdur upp av liberalum handilspolitikki. Handilsliga samstarvið við londini í fjareystri tekur seg av álvara fram og hava vit tí avgjørt at seta á stovn eina sendistovu har næsta ár.

Vit merkja eisini eitt ávíst trýst, tí vit velja at handla frítt við allan heimin. Og tí vit gagnnýta okkara havtilfeingi til fulnar. Besta aftursvarið er, at vit eru virkin á altjóða vígvøllinum. At vit gera vart við okkara áhugamál og altíð geva okkum stundir at greiða frá okkara sjónarmiðum.

---

Eg má viðurkenna, at tað er hugaligt at standa her sum landsstýrismaður í dag. Vit hava í morgun lagt eina fíggjarlóg fram, har útreiðslurnar í einum hákonjunkturi – og ikki minst valári – bara hækka 2,6 prosent.

Góðu tíðirnar merkja, at vinnan hevur rúmd at virka og vaksa. Tykkara dagliga virksemi er við til at skapa tey virði, sum eru grundarlagið undir samfelagnum. Ábyrgdin er stór – men tað eru møguleikarnir sanniliga eisini.

Hjá okkum í politisku skipanini snýr tað seg um tryggja góðar karmar fyri vinnuna og leggja upp fyri, at vøksturin ikki er óendaligur – hóast at hetta viðhvørt tykist at verður álvarsliga undirmett.

Vit hoyra um fyritøkur í fleiri vinnum, sum stríðast við at fáa arbeiðsmegi. Sum ikki fáa virðisøkt vørur, og tí selja tær óvirkaðar av landinum. So leingi prísirnir eru methøgir, er skaðin avmarkaður, men í longdini kann hetta koma okkum aftur um brekku.

Føroyski arbeiðsmarknaðurin dugir annars merkiliga væl at laga seg til – og tá nýggju tunlarnir fara at koma, gerast møguleikarnir enn størri. Men beint nú er trýstið so stórt, at vit mugu umhugsa at lata hann upp fyri enn meira arbeiðsmegi uttanífrá. Tað er lættari sagt enn gjørt, tí vit hava kanska tann opnasta arbeiðsmarknaðin í Norðurevropa. Men spurningin mugu vit tora at seta.

---

Tað er einki einstakt svar uppá innleiðandi spurningin: hví skulu vit reka vinnupolitikk.

Men grundin til at eg reki vinnupolitikk við einum liberalum stavnhaldi er, at tað er fortreytin fyri einum mennandi og spennandi samfelagið, sum altíð megnar at flyta seg. Sum kann ganga á odda. Men tað krevur, at vit hugsa longri enn úr hondini í munnin.

Seinasta árið – gott og væl – er í miðal eitt íverksetarafelag stovnað um dagin í Føroyum. Øll tey nýggju feløgini verða neyvan til stórar vinnufyritøkur. Tað ber til – prógvar heimskenda uppfinningin DropBucket, sum eg gleði meg at hoyra meira um seinni í dag, er eitt dømi um eina stóra succes.

Alt byrjar við einum hugskoti og ein feril av ágrýtni. Stóri íverksetarahugurin millum ungar føroyingar ber boð um eitt samfelag í menning. Tað er eisini eitt greitt tekin um, at tit – tann etableraða vinnan – eru fyrimyndir. Nógvir spírar eru á veg – og at gróðrarbotnurin er góður.

Tá tað gongst vinnuni væl, gongst samfelagnum væl. Ein sunn og sterk vinna lyftir stórar samfelagsligar og sosialar byrðar, sum koma okkum øllum til góðar.

---

Ein gamal grikki skal einaferð hava sagt, at tað besti teknið uppá ein samfelag í vøkstri, er tá gamlir menn planta trø, sum teir ongantíð sjálvir koma at sita í skugganum av. Tað er tað, eg royni at gera. Tað er tað, tit royna at gera.

Tað er góður vinnupolitikkur.

---

Eg vóni, at dagurin í dag fer at stimbra stórar tankar og eggja til at bróta upp úr nýggjum.

Góðan vinnudag, øll somul, og takk fyri.