Røða til móttøku í hangarinum fyri nýggja flogfarinum hjá Atlantsflog

Góðan dag øll somul

Í dag er enn ein stórur dagur í føroysku flogsøguni, nú vit hátíðarhalda, at Atlantic Airways hevur fingið enn eitt nýbygt flogfar í flotan. Tað eru ikki fimm ár liðin, síðani vit fingu fyrsta flogfarið nakrantíð, ið var bygt til at flúgva til Føroyar. Tað var ein varði í føroyskari flogsøgu, og í eisini evropeisku flogsøguni, tí hetta var fyrsta flogfarið, ið var útgjørt við slóðbrótandi navigatiónsskipanini RNP 0.1., ið ger tað møguligt hjá flogfarinum at lenda trygt, sjálvt tá sýnið er sera vánaligt.

Sjálvandi er eisini hetta nýggja og størri A320 flogfarið útgjørt við somu tøkni sum - saman við helst bestu flogskiparum í heiminum - hevur givið eitt reglusemi á Føroyarutuni, sum vit áður bert kundu droyma um.

Vit kunnu øll vera errin av okkara tjóðarflogfelag Atlantic Airways. Tað var eitt bragd, tá ið føroyingar stovnaðu egið flogfelag, at taka dystin upp við Mærsk Air, sum tá var einaráðandi á marknaðinum. Um tað mundið var helst bara pláss fyri tí eina felagnum á rutuni, tí hóast ein onnur djørv roynd varð gjørd at stovna ein føroyskan kappingarneyta, hava tit havt einkarstøðu síðani.

Tit tykjast tó ikki at vera sovnað í einkarstøðuni, tí hóast Atlantsflog nú hevur 28 ár á baki, er felagið framvegis merkt av sonnum pioner-anda, og enn ganga tit nýggjar leiðir bæði tøkniliga, við menning av nýggjum rutum og eisini við prísum og tænastu. Og meðan nógv smá flogfeløg eru hoknað undir stóru kappingini á flogmarknaðinum, hevur Atlantic Airways nærum øll árini havt avlop í rakstrinum, og sum vit síggja í dag, megna tit sanniliga eisini at endurnýggja tykkum og gera stórar íløgur í framtíðina.

Nógv er broytt síðani Atlantsflog byrjaði at flúgva úr Føroyum. Fólk flúgva nógv meira, á frítíðarferðum og til arbeiðis, og ynskini um fleiri fráferðir og lægri prísir vaksa í hvørjum. Áhugin frá altjóða flogfeløgum at gagnnýta longda flogvøllin merkist nú av álvara, og teir fyrstu nýggju kappingarneytarnir eru longu farnir at selja ferðaseðlar til Føroyar.

Sum landsstýrismaður í vinnumálum, sum vinnulívsmaður og sum ítróttarfólk trúgvi eg fult og fast upp á, at kapping styrkir og mennir. Vit gerast meiri málrættað, nýskapandi og áhaldandi. Eg eri tí spentur upp á framtíðina, og eg eri ikki í iva um, at Atlantic Airways fer at blóma í kappingini, og at tit koma at veita eina enn betri tænastu til enn betri prísir.

Nýggj flogfør við bestu navigatiónstøknini eiga at geva Atlantic Airways ein kappingarfyrimun á hesi avbjóðandi rutu. Tit mugu sjálvandi spíla tykkum út, tá ið kappingarneytarnir lokka við góðum tilboðum, og møguliga fara hinir eisini at fáa sær somu tøkni. Men besti trumfurin, at kunna bjóða ferðafólkunum “vælkomin heim”tá ið tit lenda, hann verður verandi tykkara.

Gott, trygt og regluligt loftvegis samband við útheimin er lívsneyðugt fyri nútímans føroyska samfelagið. Føroyar munnu verða millum tey londini í heiminum, sum hava flest fólk, ið pendla loftvegis til arbeiðis í onnur lond. Túsundtals føroyingar, sjómenn, fiskimenn, handverkarar, íverksetarar, tónleikarar og onnur listafólk fara við Airbussinum til arbeiðis um allan heimin.

Atlantic Airways er tí ikki bert eitt flogfelag, og Airbussurin er ikki ein og hvør bussur. Loftvegis sambandið er ein lívslinja – sum veitir tryggleika og góð livilíkindi í landi okkara. Uttan hetta sambandið vóru vit fjarskotin, meðan vit í dag bert eru ein til tríggjar tímar frá størstu metropolunum og sólríkastu strondunum í Evropa.

Tað frøir meg almikið, at flogfelagið hjá føroysku tjóðini fær tað so væl at bera til, sum hesin spildurnýggi og skínandi Airbussurin ber boð um.

Fari at ynskja okkum øllum til lukku við nýggja farinum, við ynskjum um at tað fer at geva Atlantic Airways, øllum føroyingum og øllum útlendskum gestum nógvar tryggar og minnisríkar ferðir.

Góða eydnu og takk fyri.