Valevni í Tórshavnar kommunu

Ruth Vang

Ruth Vang er 50 ára gomul, fødd og uppvaksin í Havn. Er gift og eigur trý vaksin børn og ein ommuson. Henni dámar væl at lesa, matgera og ganga í føroysku náttúruni

Ruth hevur útbúgving sum ljósmóðir og siviløkonomur. Hon hevur starvs- og leiðsluroyndir í heilsuverki og kommunalari fyrisiting. Eisini hevur hon starvast sum ráðgevi í peningastovni. Ruth hevur síðani september í fjør sitið sum varafólk á Tingi. Hon er m.a. forkvinna í fíggjarnevndini.

- Tað er gleðiligt, at fólkatalið í Føroyum aftur veksur, m.a. tí føroyingar, sum búgva uttanlands, flyta heimaftur. At vit gerast fleiri, ikki minst fleiri yngri fólk, gagnar øllum í kommununi. Hjá teimum, ið ynskja at búsetast í høvuðsstaðnum, eru væntandi bústaðarmøguleikar og høgu húsaprísirnir ein forðing. Kommunan skal tí arbeiða miðvíst fyri at tryggja, at grundstykki støðugt eru tøk, undir hesum eisini til minni bústaðareindir.

- Hóast vit hava lutfalsliga nógv røktarheimspláss í kommununi, er framvegis stórt trýst á bíðilistanum. Okkum tørvar aðrar loysnir eitt nú tilboð til eldri fólk, sum bert eru lutvís óhjálpin. Kommunan skal taka stig til at fáa bygdar eldraíbúðir, har tænastur verða veittar eldri fólki, sum annars klára seg sjálv. Loysnir sum hesar kundu helst við fyrimuni verið bygdar og riknar í privatum høpi. Hetta hevði samtíðis havt ta avleiðing, at eldri fólk fluttu úr sínum eldru ofta størri húsum, sum yngri familjur kundu flutt í.

- Kommunan skal rekast so skynsamt sum gjørligt, støðugt havandi í huga, at borgarin rindar stóran part av hvørjari vunnari krónu til kommunala virksemið. Tí hava borgararnir eisini krav uppá, at hvør króna kemur teimum til góða.

Ruth er valevni fyri Framsókn til býráðsvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Ruth HER