§ 52a Fyrispurningur um MVG-frítøku av ljóðbókum, settur Kristinu Háfoss, landsstýrismanni í fíggjarmálum,

1. Skulu ljóðbøkur roknast sum útgávur av prentaðum bókum, sum jú eru frítiknar MVG-skyldu, ella  skulu tær roknast sum ein vøra fyri seg, sum er MVG-skyldug?

2. Hvør er metti kostnaðurin fyri landið, um ljóðbøkur koma á listan yvir vørur frítiknar fyri MVG?

3. Eru ætlanir um at gera hesar broytingarnar í reglunum um MVG? Um ja, nær kann hetta verða gjørt?

Viðmerkingar:

Í februar í 2015 varð álit um ljóðbøkur handað táverandi landsstýrismanni í mentamálum. Har eru mong tilmæli um, hvussu vit koma longri á leið við føroyskum ljóðbókum, undir hesum eisini við skúlabókum sum ljóðbøkur. Eitt av tilmælunum, at flyta Ljóðbókatænastuna undir Søvn Landsins (nú Føroya Landsbókasavn), varð fylgt, men mong av tilmælunum tykist støða ikki vera tikin til enn.

Nýggj uppfylgjandi frágreiðing um støðuna hjá ljóðbókum, avbjóðingar og tilmæli, varð  almannakunngjørd í sambandi við Bókadagar 2018.

Tilmæli eru m.a.

- at seta arbeiðsbólk at orða neyva ætlan fyri ljóðbókaøkið

- at seta verkætlanarstarvsfólk at samskipa arbeiðið og greina avbjóðingar viðvíkjandi rættindum, tøkni, arbeiðshátti, v.m. í framtíðini

- at avgerð verður tikin, um Ljóðbókatænastan framvegis skal gera skúlabøkur til ljóðbøkur, ella um NÁM skal taka yvir hesa uppgávu

- at seta hóskandi játtan av til økið, so 25 % av føroyskum bókum kunnu verða framleiddar sum ljóðbøkur - o.s.fr.

Eitt av tilmælunum í frágreiðingini frá Ljóðbókatænastuni hjá Landsbókasavninum, sum fellur í eyguni, er, at ljóðbøkur beinan vegin koma á listan yvir vørur, frítiknar fyri MVG, eins og prentaðar bøkur eru tað. Tí, sum frágreiðingin sigur: Hví gera mun á prentaðum bókum og ljóðbókum? Hetta gongur út yvir tey lesiveiku, sum skulu gjalda heldur meira fyri bøkur enn onnur.

Mong av tilmælunum í frágreiðingini krevja eitt sindur neyvari greining, men spurningurin um MVG-frítøku tykist sum ein av teimum, til ber at loysa upp á stutta tíð.

Tí verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 27. november 2018

Hanna Jensen