Skilabesta loysnin má raðfestast høgt

Eg fegnist um svarið frá nýsetta landsstýrismanninum í samferðslumálum, har hann sigur, at Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, sum knýtir landið saman. Hann sigur eisini, at best var, um tunnilin var klárur, tá koyrandi verður gjøgnum Eysturoyartunnilin.

Sum landsstýrismaðurin endurtekur tað so væl: Norðanfyri Gøtueiði búgva knapt 10.00, og hann nevnir ta tungu ferðsluna. Hetta er ein aðaltáttur í spurninginum um at byggja høvuðsfersluni skilabestu loysnirnar. Í økinum norðanfyri Gøtueiði er ikki einans eitt fólkaríkt øki í vøkstri, men her liggja fleiri av teimum vinnuliga tungu fyritøkunum, sum hava eina munandi tunga ferðslu allan sólarringin. Tað einasta rætta er at leiða hesa ferðslu so væl uttanum bygt øki, sum møguligt og so lágt í lendinum á sløttum, sum møguligt.

Tí er verkætlanin, Gøtudalstunnil - rundkoyring og vegur um Skálaabotn, tann skilabesta vit kunnu gera afturat í mun til gagnið av Eysturoyartunlinum. Ein annar týðandi vinningur er, at høvuðsferðslan harvið ikki kemur so langt frá økinum Norður Eysturoy og Sundalagið.

Vit mugu seta ta kós, at hendan loysn verður veruleiki heldur fyrr enn seinni, og allar góðar kreftir eiga at virka saman um hetta.

Svarið frá landsstýrismanninum kann lesast her:

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/847/037.18%20Svar%20fra%20H.%20Mortensen%20til%20H.%20Jensen%20-%20Gotudalstunnil.pdf

Hanna Jensen, Føroya Løgting