Skúlin skapar vøkstur

- Tað loysir seg ikki, at vit hava ov væl útbúgvin fólk, hvat skulu tey gera her? Hetta hoyrir man onkuntíð. Men menniskjaliga tilfeingið er týdningarmesta tilfeingið í einum skapanarsamfelag, eisini tí føroyska. Hetta staðfestir Framsókn í sínari valskrá, og hetta ynskja vit skal síggjast aftur í politiskari raðfesting eftir valið.
Útbúgving er ein langtíðaríløga, bæði fyri tann einstaka og fyri landið. Tá ið kreppan herjaði mitt í hálvfemsunum, sótu nógvar familjur tungt í tí. Foreldrini hjá mær arbeiddu í hvør sínum landi, og høvdu trý børn undir útbúgving. Tað var ringt at fáa endarnar at hanga saman, og tað hevði verið gott við nøkrum eyka inntøkum. Men tíbetur eggjaðu tey ikki børnunum at arbeiða heldur enn at lesa.
Hvørja hjálp tørvar ein einlig mamma uttan útbúgving? Hevur henni tørv á, at vit gera tað bíligari at keypa havragreyt, ella hevur hon brúk fyri, at vit gera tað møguligt hjá henni at útbúgva seg? Og hvat er betur fyri samfelagið? Politikarar mugu vísa ábyrgd og lætta um, tá búskapurin er í einum aldudali, men tað hevur minst líka stóran týdning, at gera íløgur, sum geva varandi vøkstur. Útbúgving er ein slík íløga.

Útbúgving og búskapur
Einaferð skrivaði ein føroyskur politikari, at vit máttu ansa eftir ikki at eggja øllum at útbúgva seg, tí vit hava eisini brúk fyri flakafólkið. Hugburðurin spøkir framvegis viðhvørt, men í dag eru tey flestu greið yvir, at útbúgving og førleikamenning eru góð fyri øll, bæði tann einstaka, vinnulívið og fyri landið Føroyar.
Vinnuhúsið leggur í valfaldaranum, Koyrið so á motorin, herðslu á, “at krøvini til útbúgvingarførleikar gerast størri og størri, og tí kann ein skeivur skúlapolitikkur skjótt fáa avleiðingar og elva til, at dýrmætasta tilfeingi okkara, arbeiðsfjøldin, ikki hevur nøktandi útbúgvingarligan førleika.“ Á ráðstevnuni, Hvønn veg skulu vit fara, sum var í Norðurlandahúsinum fyri stuttum, vísti Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, eisini á, at tað er eitt greitt samband millum útbúgving og inntøkustøði. Kanningar vísa, at lond og økir, sum raðfesta útbúgving høgt, hava eitt høgt inntøkustøði.
Framsókn staðfestir í valskránni, at vit skulu styrkja føroyskan útbúgvingarpolitikk, tí útbúgving og áhaldandi førleikamenning eru fortreytir fyri einum framkomnum vinnulívi og samfelagi. Og vit skulu skipa fyri einari støðugari og lívslangari førleikamenning – handligari og bókligari – av øllum føroyingum. Harumframt ynskja vit at bøta um møguleikarnar fyri fjarlestri og annað, sum fremur førleikamenningina.

Tað góða gerast betri
Uppraðfestingin av skúla og útbúgving merkir ikki, at blaka vit nokk av pengum í útbúgvingarskipanina, so er framtíðin tryggja. Vit mugu áhaldandi eftirmeta, um børn fáa nóg góða skúlagongd, og um miðnámsútbúgvingarnar og víðari útbúgvingarnar eru á nøktandi støði, og vit mugu seta okkum greið stutttíðar- og langtíðarmál fyri at hækka fakliga støðið og trivnaðarstøðið í allari útbúgvingarskipanini.
Nógv er hent á skúlaøkinum seinastu árini, og hetta mugu vit gleðast um. Felagið Foreldur og skúli hevur fingið ein meira aktivan leiklut, og ábyrgd foreldranna í læringini hjá børnunum er meira viðurkend. Byrjanarundirvísingin er uppraðfest, bæði við førleikamenning og betri og fjølbroyttari undirvísingartilfari. Og nýggjar námsætlanir eru á veg til allan skúlan. Hetta góða arbeiði má halda fram.
Men enn liggur nógv á láni. Samanhangurin frá barnagarði til víðari útbúgving má styrkjast, og børn mugu sleppa fyrr í skúla enn tey gera í dag. Sjálv eigi eg á fjórða sinni eitt forskúlabarn. Eitt barn, sum trívist væl í barnagarði, men leingist eftir skúlatingum. Eisini á hesum øki eiga føroyskir politikarar at vísa dirvi og bjóða føroyskum børnum somu møguleikar, sum grannalond okkara bjóða. Tí íløga í útbúgving er ein íløga í varandi vøkstur.

Dorit Hansen