Skulu vit í Føroyum við lóg kunna sensurera heimasíður?

 - Viðmerkingar til lógaruppskot hjá Anniku Olsen.

Nei, eg haldi ikki at hetta er ein gongd leið!
 Føroyar sigast at vera eitt frítt vesturlendskt land uttan sensur, og harvið skal tað vera. 
Tankin er tó penur og habilur, men eg eri tó stórt bangin fyri, at ein tílík lóg skjótt kann blíva missbrúkt.
Havi skilt á onkrum, at Føroya Tele longu nú blokerar IP adressur, soleiðis at mann ikki kann keypa pay-per-view frá Canal Digital. (hetta sjálvandi fyri at tryggja sær inntøkur til Televarpið).
Eitt tílíkt uppskot sum tað hjá Anniku, fer einans at gera at fólk noyðast at keypa sær IP adressu uttan fyri Føroyar. – Hetta leggur seg í so tætt upp at Kina, Iran og Norður Korea.


- Nei ikki í Føroyum; lat tað vera frítt hjá fólki sjálvi at velja hvar, hvat og hvussu! 
Annars er hetta kanska eisini bara ein vánaligur háttur at tryggja inntøkur til ávíst felag ella feløg, tá mann ikki megnar at vinna kappingina á vanliga fría marknaðinum. – Hin við at fara eftir manninum tá mann ikki fær fatur í bóltinum.

Janus Rein

Floksnevndarlimur, Framsókn