So avgjørt vert at royna.

Eg síggi, at tað eru ymiskar meiningar um, hvussu gagnligt tað er, at halda lív í einari minnilutastjórn.
Tað eru tey, sum halda, at tað ræður um, at fáa eitt val her og nú. Grundgevingarnar fyri hesum eru ymiskar. Fyri Framsókn er tað bara eitt val, sum kann geva okkum størri ávirkan og møguleikan at broyta førda politikkin.

Tað hevur ongantíð verið ein minnilutastjórn í Føroyum áður, og tí er hetta ein spennandi roynd í sær sjálvum. Men sæð í mun til tey týðandi mál, ið landsstýri ikki megnaði at loysa saman við Fólkaflokkinum, so er tað alneyðugt, at onkur tekur ábyrgd av, at fáa hesi frá hondini – áðrenn val verður útskrivað.

Hetta hevur Framsókn valt at gera. Vit kundi valt at hugsa taktiskt eins og onkur annar og læti ruðuleikan bara ment seg til kaos. Møguliga høvdu vit tá staðið betri til eitt komandi valstríði, men Framsókn er komin í politikk fyri at samstarva. At samstarva tvørtur um siðabundin politisk mørk og fyri at arbeiða pragmatiskt. 
Samfelagið krevur stórar umskipanir á næstan øllum økjum. Framsókn torir at fremja hesar – tí spurningurin er ikki longur um hvar ein býr í Føroym, men um yvirhøvur at búgva í Føroyum.

Saman við Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava vit gjørt eina langtíðaravtalu um, hvussu týðandi partar av framtíðar fiskivinnupolitikki okkara skal síggja út.

Onnur stórmál, sum Framsókn vil gera langtíðarsemju um – áðrenn eitt val – eru :

  • Pensjónsmálið

  • Skúlaumskipanin
  • 
Kommunuumskipanin
  • 
Stjórnarskipan Føroya

Ein politisk virkin tíð liggur fyri framman, og Framsókn vil fegin brúka alla summarfrítíðina uppá at loysa tey mál sum liggja í tinginum. Tað krevur gott hegni, men læt okkum so finna neyðuga hegnið fram.

Tá so arbeiðsdagurin er lokin kann løgmaður skriva val út t.d. í september.

Vinarliga

Framsókn

Poul Michelsen, formaður