So høgra veit, hvat vinstra ger…umaftur!

Sum læknabarn havi eg fylgt við føroyska heilsuverkinum alt lívið – við einum pápa, sum hevur arbeitt allastaðni í skipanini og sum sá, hvussu røtt hjálp til rætta tíð var lykilin til heilsu í Føroyum. Hann var fortalari fyri tillagingum innan føroyska heilsuverkið – so tey 3 sjúkrahúsini til eina og hvørja tíð høvdu neyðugu játtanina, læknafakliga førleikan og dugnaligt røktarstarvsfólk til at veita føroyingum kring landið best hugsandi tænastuna. Tí endurprenti eg greinina, sum eg skrivaði um heilsuverkið til seinasta løgtingsval – tí pápa mínum dámdi hana – og tí hon enn er aktuel! Havi broytt navn á flokki, nú eg umboði nýggjan flokk.

Heilsuverkið í Føroyum má altíð vera so gott sum gjørligt, og vit hava skyldu til framhaldandi at gera ábøtur og skapa nýggjar loysnir fyri okkara sjúklingar. Nýggj samstørv við fleiri tænastuveitarar, øðrvísi raðfestingar, har okkara verandi sjukrahús verða gagnnýtt á skilabesta hátt, neyðugar íløgur í tól og annað, sum gera skjótan mun, eru bert nøkur av krøvunum á hesum øki. Skipanin av heilsuverkinum eigur at verða eftirhugd og helst umskipað, so hetta stóra arbeiðsøki við nógvum ymiskum fakbólkum, kann fara at virka enn betri. Kunnu vit ikki geva skjóta og góða viðgerð á Klettunum, so mugu vit tó syrgja fyri at, hon verður veitt, har hjálpin er at fáa – ymsastaðni í grannalondunum. Flutningur eigur ikki at vera ein forðing.

Vit skulu hava heildarætlanir fyri alt heilsuøkið, so at eingin sjúklingabólkur og einki øki í landinum dettur burtur ímillum. Samskipan millum sjúkrahúsini og almannaverkið eigur at gerast alt betri, eins og vit mugu gera alt heilsuøkið til eitt áhugavert og gott arbeiðspláss. Okkum tørvar alla ta kvalifiseraðu arbeiðsorkuna, sum møguligt, her í Føroyum, og skulu føroyingar og onnur við útbúgving innan heilsuøkið tíma at koma higar at arbeiða, so skal bæði heilsuverkið og samfelagið annars vera lagað til krøvini hjá fólki í dag.
Framsókn vil fara inn í málið um heilsuverkið í Føroyum við opnum sinni í einum komandi samgongusamstarvi. Tað er ikki nóg mikið longur at bøta eitt sindur her og eitt sindur har – at lata eina millión meiri her og eina har. Tað kemur ein tíð í øllum skipanum, tá ein umskipan má fara fram, og hendan tíðin er komin fyri føroyska heilsverkið. Vit skylda øllum teimum dugnaligu starvsfólkunum, sum har arbeiða, og eisini teimum, sum enn ikki eru komin higar at arbeiða, at gera øll sjúkarahúsini til spennandi, væl virkandi og góð arbeiðspláss, har nøgdsemi ræður – bæði millum tey, sum veita tænasturnar og tey, sum taka ímóti tænastunum. Bæði millum starvsfólk og millum sjúklingar. Ein og hvør fakbólkur og ein og hvør einstakur lækni, sjúkrarøtarfrøðingur, heilsurøktari, portørur o.o. hevur sín fakliga stoltleika, og tá umstøðurnar forða tær í at virka á besta hátt, men heldur møða teg niður, tá fellur trivnaðurin rættiliga skjótt og úrslitið hareftir.

Her kunnu vit ikki lata standa til. Sjúkrahúsini eru tey arbeiðsplássini, sum hava flest fakbólkar undir sama taki. Hetta er í sær sjálvum ein avbjóðing, sum politikkarar eiga at skapa nakað konstruktivt burturúr – til besta fyri føroyska sjúklingin um alt landið!
Og eg leggi afturat anno 2011: talan er ikki bert um ein sjúkrahúsleiðsluleiðsluspurning, var tað so einfalt, so høvdu vit í veruleikanum ongan trupulleika – politiska leiðslan í hesum landi hevur í nýggjari tíð ikki megnað at taka við avbjóðingunum innan føroyska heilsuverkið!

Hanna Jensen, X við lista F