Sosiali sáttmálin kemur ikki at halda

Sosiali sáttmálin kemur ikki at halda í framtíðini. Avbjóðingin við eldrabyrðuni er heilt einfalt ov stór til, at hann kann virka sjálvfíggjandi. Kollveltandi broytingar mugu tí setast í verk í nýskipanararbeiðinum.

Sosiali sáttmálin er samansettur soleiðis, at arbeiðsfjøldin rindar fyri tey eldru, við at fíggja pensjónir, eldrarøkt og sjúkrarøkt við meira, við tí í væntu, at ættarliðini undan teimum koma at gjalda teirra pensjón, eldrarøkt og sjúkrarøkt.

Trupulleikin er, at vit vita, at sosiali sáttmálin ikki kemur at yvirliva tær ógvusligu broytingarnar í fólkasamansetingini, ið vit fara at uppliva næstu 40 árini. At vit hava havt eina positiva nettoflyting tey seinastu árini er sjálvandi nakað at fegnast um, men vit eiga ikki at venja okkum við tankan, at hendan gongdin kemur at halda fram inn í ævinleikan. Vit hava við einum nógv meira strukturelt manifesteraðum trupulleika at gera.

Nettoflytingin kemur ikki av sær sjálvum. Hetta er góðum tiltøkum í vinnulívinum og førda politikkinum hjá samgonguni at takka. Men tað er bert ein lítil partur av trupulleikanum.Vit mugu ikki ganga runt við tí fatan, at 4 ár av nettoflyting skal roknast sum indikator fyri, at tann annars óvanliga samfelagshóttandi avbjóðingin við eldrabyrðuni kemur at loysa seg sjálvan framhaldandi. Nýskipan skal til!

Sosiali sáttmálin fer sum sagt ikki at halda í framtíðini. Tey, sum í framtíðini vera á arbeiðsmarknaðinum, vera ov fá at um at rinda fyri pensjón og vælferðartænastur til so nógv. Vit eru heilt einfalt ov fá um at rinda framtíðar vælferðina. Og skattahækking ella økt inngjald í AMEG kemur ikki at loysa tann trupulleikan. Tað hevði ikki megnað at fylgt við útreiðslupostunum í nóg stóran mun, hvørki so ella so.

Vit mugu tí syrgja fyri, at vit taka forðingar á arbeiðsmarknaðinum burtur, so at vit fáa fleiri fólk til arbeiðis, hækka pensjónsaldurin, so at arbeiðsfjøldin gerst størri, tillaga mótrokningina og í størri mun leggja vekt á eginfígging. Ein enn meiri samhaldsføst skipan hevði verið tað reina vanvid undir fyriliggjandi umstøðum.´

Bjarni Kárason Petersen