Spurningurin um fría fosturtøku

Spurningurin um fosturtøku man vera ein tann torførasti politiski spurningurin yvirhøvur.

Tað snýr seg um tvey atlit, tað til kvinnuna og tað til fostrið. Tey einfaldu sjónarmiðini eru tey, sum velja bara annað atliti; rættindini hjá mammuni at ráða sær sjálvari ella rættindini hjá fostrinum til lív.

Liberala hugsjónin er m.a. grundað á rættindi og frælsi hjá tí einstaka. At kvinnan skal ráða sær sjálvari er sjálvsagt, men tá fortalarar fyri fríari fosturtøku gera kvinnuna til høvuðspersónin, verður sæð burtur frá spurninginum um rættindi hjá fostrinum til lív og verju. Í Danmark er markið sett til 12. viku, men tað er ongin logisk orsøk til hetta mark. Fostrið mennist líðandi og tað ber ikki til at áseta ávíst mark fyri, nær tað er eitt menniskja og nær ikki. Í so máta gevur tað meining at vera fullkomiliga ímóti fosturtøku.

Persónliga havi eg ikki verið í støðu, har fosturtøka hevur verið ein viðkomandi spurningur. Men eg kann ímynda mær umstøður, har eg hevði ynskt mær møguleikan. Neyðtøka er upplagda dømið, men eisini aðrar truplar umstøður. Eg veit av góðum grundum ikki, hvørja støðu eg hevði tikið, men eg hevði avgjørt vilja havt møguleikan og tann møguleikan haldi eg, at allar kvinnur skulu hava.

Í Føroyum hava vit fáar fosturtøkur í mun til lond, vit vanliga sammeta okkum við og talið er lækkandi. Vit kunnu fegnast um gongdina, serliga havandi í huga, at flest allar føroyskar kvinnur, sum ynskja fosturtøku fáa hana framdað. Kenni ongan, sum ikki heldur at vit eiga at miðja ímóti so fáum fosturtøkum sum gjørligt – fríar ella ikki. So leingi møguleikin er fyri, at fáa gjørt fosturtøku eitt nú í Danmark, er ivasamt um eitt føroyskt forboð fyri fosturtøkum hevði lækkað veruliga talið munandi. Tí kann tað undrað, at politikarar meta spurningin vera so átroðkandi júst nú. Kann tað hugsast, at man hevur tørv á eini nýggjum etiskt-politiskum stríðsmáli, nú málið um tey samkyndu er avgreitt? Kanska við størri atliti til egnan politiskan vinning enn vælferð Føroya fólks?

Kringvarpið kom til ta greiðu niðurstøðu, at í Framsókn er innanhýsis semja fyri fríari fosturtøku, hóast formaðurin innleiðandi í samrøðuni setti spurningin um hvat er nú frí fosturtøka. Í Framsókn eru vit púra samd um, at fosturtøka skal vera loyvd, og tað skal vera við størstu virðing fyri kvinnuni og hennara sjálvræði. Tá tað kemur til fría fosturtøku, sum hendan vanliga verður fatað, eru sjónarmiðini ymisk og tað virðir flokkurin við formanninum á odda. Sjálv eri eg nøgd við verandi praksis og eri ikki fyri fríari fosturtøku, men vit koma ikki uttanum, at núgaldandi lóg er frá 1956 og at tulkingin av henni svarar meiri til nútíðarfatanina enn veruleikan í 1956. Kemur eitt lógaruppskot um at dagføra lógina, soleiðis at samsvar verður millum lóg og praksis, fari eg at fyrihalda meg jaliga. Annars dugi eg ikki at síggja, at politisk átøk, hvørki ein ella annan vegin, koma at betra um støðuna. Støðan er sum sagt júst sum eg ynski; fáar og fækkandi fosturtøkur.

Ruth Vang, tingkvinna