Stjórnarskipan Føroya er fremsta málið í 2018

Hann, ið alist við øsku inni,

lítið í leikum dugir!


Í Brestiskvæðinum ivast brøðurnir Brestir og Beinir í evnunum hjá dreingjunum Sigmundi og Tóri at fara út í Lítlu Dímun, ganga í brattlendinum og upp á oynna. Dreingirnir fáa at vita, at teir ikki sleppa við. Men teir vilja við, og endin er, at teir fara við. Hetta líknilsi um at standa við sítt, og at vit styrkjast og menna okkum, tá ið vit hava frælsi at royna, læra flestøll børn í barnaskúlanum.

Hetta kvøða børnini um, hóast móðurmálið einaferð varð hildið burtur úr skúlastovuni.

Og komin heim úr skúla herfyri segði ein genta við pápan: “Babba veitst tú av, at fyrr flaggaðu vit bara við donskum fløggum í Føroyum?”. Og pápin svaraði: “Ja, løgið, ha?”.

Í nýggja árinum 2018 fara vit aftur um eitt vegamót, nú vit skulu taka støðu til Stjórnarskipan Føroya, sum – verður hon samtykt – er eitt týðandi stig fyri Føroyar. Fólkið sleppur framat at staðfesta, at Føroyar verða stjórnaðar úr Føroyum. Hetta eigur at sameina okkum og fáa okkum at ernast sum tjóð.

Tað ber til
Í nógv ár vóru boðini, at henda lóg bar ikki til. Men nú frættist, at Stjórnarskipan Føroya fer at bera til. Á sama hátt sum flaggið, sum ikki bar til, men nú er okkum kært og sjálvsagt. Og sum okkara vakra móðurmál, sum skuldi eitast ikki at bera til, men sum vit nú tosa og skriva bæði heima og út. Vit hildu á, og vit fingu okkara rætt.

Alt broytist, og søgan hevur prógvað, at føroyingar og okkara rættindi hava verið røttu megin søgunnar gongd.

Tað er undranarvert at vita sær, at stutt síðan varð hvørki flagg ella mál viðurkent, og at vit í egnum landi tvíhildu um annað enn okkara egna. Nú er Stjórnarskipan Føroya fyri.

Og flyta vit okkum 25 ár ella meira fram í tíðina, verður hugsanin hin sama. Ber tað veruliga til, at vit einaferð hava bygt okkara virði á aðra stjórnarskipan enn okkara egnu? Tá fara vit at siga, sum pápin segði við dóttrina um flaggið: “Ja, løgið, ha?”.

Aldri fæst ein betri dagur
Nú várligari politiskir vindar blæsa úr Keypmannahavn, skulu vit herða hugin at fáa hesa lóg, sum vit skulu byggja land og aðra lóg á, samtykta. Tí fremst í donskum politikki situr forsætisráðharri, sum er okkum góður í arbeiðinum fram ímóti føroyskari stjórnarskipan. Vit føroyingar fáa kanska ongantíð aftur eina lagaligari løtu at samtykkja hesa lóg. Tí við teimum bondum, sum verandi danski forsætisráðharri hevur til Føroya, skilir hann og vil hann føroyingum tað besta, hóast ovasti politiski leiðarin í einum ríki sjálvandi eisini hevur skyldug – valdsins vegna – at halda fast um allar lutir í ríkinum.

Tað er greitt, at Stjórnarskipan Føroya gevur okkum eina fremri støðu. Hon loysir okkum ikki burtur frá Danmark, men hon staðfestir okkara tjóðrættindi.

Nógv vilja málinum um Stjórnarskipan Føroya væl. Tí vóni eg eisini, at politisku flokkarnir fara at vísa málinum uppiborna virðing og vælvild.

Virða okkum sjálv
Tað er lætt at vísa til alt tað, sum áður er hent á frambursleið, og sum mótstøða hevur verið ímóti. Men heldur enn at gera tað, skal her verða víst á, at Stjórnarskipanin er natúrlig menning og rekur við streyminum av málum, sum hava førkað og flutt okkum fram á so mongum økjum.

Eg haldi, fólk eru rættiliga samd um, at sjálvandi skulu vit hava stjórnarskipan. Fá siga seg á ongan hátt vila hava stjórnarskipanina. Eisini hóast onkur hevur sagt, at stjórnarskipan er loysing. Tað er hon ikki. Men hon gevur okkum møguleikan at gerast sjálvstøðug tjóð, tað er greitt.

Stjórnarskipan Føroya merkir í stuttum, at vit góðtaka og virða okkum sjálv.

Okkara stjórnarskipan
Føroyingar hava síðani landnámið bygt land og við tíðini ment sjálvstøðuga mentan og tjóð. Hvørt ættarlið hevur lagt sítt aftrat. Tí er ikki líkamikið, hvussu vit røkja og fara um tað, ið okkum er litið til. Menn og kvinnur hava brotið slóð og ment egin sereyðkenni og ikki bara gingið í fótasporunum hjá øðrum. Í okkum hevur og er íborin vilji og styrki til støðugt at taka okkum fram.

Føroyar skulu umboða seg sjálvar úti í heimi, og við stjórnarskipanini gerst lættari at greiða frá okkara støðu. Tí stjórnarskipanin byggir á tað, sum er og verður livað, skrivað og samtykt her. Vit eyðmerkja felags virði, vit festa á blað egnan sjálvsavgerðarrætt og lata ikki onnur um tað.

Brøðurnir Brestir og Beinir kundu ikki forða dreingjunum í Brestiskvæðinum at koma til mans, at læra og royna. Teir vildu sjálvir. Stjórnarskipan Føroyar lyftir okkum upp og fær okkum at gerast tilvitaðari um egin staðfest rættindi og mennir okkum sum mentað fólk. Enn einaferð vilja vit sjálv.

Høgni Reistrup