STÓRU SAMGONGUFLOKKARNIR SÝTA FØROYINGUM PRESIDENT-EMBÆTIÐ Í NORÐURLANDARÁÐNUM

Heimasíðan hjá Framsøkin Ung skrivar soleiðis í dag:

Um vikuskiftið var árligi aðalfundurin hjá Ungdommens Nordiske Råd (UNR), sum er samsvarandi felagsskapur við Norðurlandaráðið, bert fyri Ungdóms politikarar.

Ein partur av aðalfundinum er at velja forseta. Í ár, sum nakað heilt serligt, hevði okkara Bjarni Kárason Petersen stillað upp til at gerast forseti. Eingin føroyingur hevur verið forseti áður.

Væntað var sjálvsagt, at føroysku ungmannafeløgini fóru at ganga saman, fyri at tryggja ein sigur til Bjarna, og samstundis vera við til at seta ein minnisstein í uttanríkispolitisku søguna hjá Føroyum. Ung fyri Miðflokkin og Unga Samband vóru skjótt umborð, umframt at HUXA (ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum) og Ungt Sjálvstýrið stuðlaðu, men luttóku ikki á UNR.

At gerast forseti merkir, at man gerst aktivur limur í Norðurlandaráðnum, at man skal halda røðu til “general forsamlingina,” hjá Norðurlandaráðnum, og hevði tað sum heild bert verið ein sera stórur heiður fyri Føroyar og føroyingar, sum søguliga hava verið illa umboðaðir í hesum valds-organinum. Men nei, soleiðis skuldi ikki vera.

Tá atkvøðugreiðslan fall í dag, gjørdist endaliga úrslitið 54-51 til finsku Kati Systå frá Grøn Ungdom, ímun til Bjarna Kárason Petersen frá Framsøkin Ung.

Unga Tjóðveldið, sum samanlagt hevði 3 atkvøður, og Sosialistisk Ung (ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum), sum hevði eina atkvøðu, valdu heldur Kati úr Finnlandi, enn at skriva søgu Føroyinganna vegna. Hevði Unga Tjóðveldið atkvøtt føroyskt, so stóð 54-51 til føroyingar, og hevði SU eisini, so stóð 55-50 til føroyingar.

Serliga merkisvert haldi eg vera, at Unga Tjóðveldið ikki skal taka av møguleikanum. Ein flokkur, hvørs virðisgrundarlag byggir á føroyskan samleika, føroyskan stoltleika og føroyska umboðan úti í heimi – undir egnum flaggi. “Loysing,” “Føroyar heilar, heldur enn hálvar,” “altjóða umboðan í hesum og hasum felagsskapinum,” eru kend herróp. Men nei, soleiðis skuldi ikki vera. Heldur enn at skriva føroyska søgu og ganga fram í føroyskum málum uttanlands, so valdu tey Kati Systå frá Grøn Ungdom í Finnlandi.

Hetta kemur eisini í kjalavørrinum av einum stríðið, sum føroyskir politikarar hava havt við Norðurlandaráðið í ár og í fjør, um sterkari føroyska umboðan í felagsskapinum. Viðgerðin av ynskinum hjá føroyingum er ikki liðug enn, men at fingið ein føroying sum forseta í Ungdommens Nordiske Råd hevði neyvan skatt viðgerðina. Tvørturímóti.

Harmiligt, at fjøðurin á vektskálini skuldi falla skeivan vegin í dag. Ein ósigur fyri Føroyar. Føroyingum at takka.

Bjarni Rasmussen,
Formaður í Framsøkin Ung