Sum sagt - so gjørt !

Úr ársfrágreiðingini hjá Poul Michelsen, formanni í Framsókn

Vit vildu “røra í grýtuni”. Vit ynsktu at byggja brýr. Vit miðaðu eftir einum tíðarhóskandi samfelag. Vit bóðu veljaran um at vísa okkum álit. Tað fingu vit og harvið eisini ávirkan á førda politikkin.

Vit halda, at tær avgerðirnar, ið vit sum flokkur síðani hava tikið, samsvara væl við tey virði, sum eru okkara. Vit eru verri enn so komin á mál, men vit eru á rættari kós.

Vit vildu hava størri tjóðskaparligt frælsi, vit vildu hava størri persónligt frælsi, og vit vildu hava størri vinnuligt frælsi. Vit ætlaðu at nýskipa fiskivinnuna, pensjónirnar, sjúkrahúsverkið og alivinnuna. Vit vildu hava okkara egnu stjórnarskipan og størri uttanríkispolitiskt frælsi. Vit vildu hava ein haldføran og tryggan búskap. Vit vildu skapa rúmd og trivna – ja, snøgt sagt : vit vildu byggja og menna eitt tíðarhóskandi samfelag.

Hvør flokkur vil samstarva við okkum um hesi tjóðskaparligu og frælslyntu mál? Svarið finna vit hvørki til høgru ella til vinstru ella í einum reyðum ella bláum politikki. Svarið finna vit heldur ikki hjá teimum, sum einki vilja. Svarið finna vit har, sum viljin til samstarv og neyðugar broytingar er.

Hvørt smábarn dugir at rokna út, at Framsókn – hvørki heilt ella fyri ein part – kundi rokkið sínum málum í eini samgongu við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Sjálvstýrinum ella Miðflokkinum. Hinvegin er meira eyðsýnt, at eitt samstarv við Javnaðarflokkin og Tjóðveldi kann geva politikki okkara rúmd og møguleikan at røkka langt, um allir flokkarnir vísa politiskt hegni.