Súsanna Olsen tekur sæti í Tórshavnar Býráð

Til býráðsfundin í Tórshavnar kommunu í morgin 20. juni, tekur Súsanna Olsen væntandi sæti fyri Bergun Kass, ið hevur biðið um farloyvi í 14 dagar. 

Næstvald á listanum við kommunuvalið í 2015, var Ruth Vang, men Ruth er burturstødd.

Súsanna starvast á Fróðskaparsetri Føroya og partvíst á Føroya Handilsskúla, har hon undirvísir í samfelagsviðurskiftum og leiðslu.