Svar til Honnu Jensen frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu - Fyrispurningur um undirvísing í týskum.

Svar upp á

§ 52a fyrispurning nr. 63/2016 frá Honnu Jensen, løgtingsmanni. Fyrispurningur um undirvísing í týskum, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a).

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu nógv lesa týskt í fólkaskúlanum í dag í mun til skúlaárið 2012/2013?

2. Hava allar framhaldsdeildir týsktfrálæru í 8. og 9.flokki?

3. Hvør var yvirskipaða ætlanin, tá kravið um týskt í Fráfaringarroynd Fólkaskúlans varð slept í mun til upptøku á nýggju Hugbreytini frá 2013?

4. Hvussu nógv lesa týskt á miðnámi í dag í mun til skúlaárið 2012/2013?

5. Hvør er orsøkin til nýggja býtið í tvey lærugreinastig á miðnámi: týskt framhaldsmál og týskt byrjanarmál?

6. Hvussu mong hava søkt týskt í umsóknunum til miðnám til komandi skúlaár og hvussu nógv nýggj hold væntast at verða upprættað kring landið?

7. Hvussu nógv eru undir útbúgving sum týsktlærari á Fróðskaparsetri Føroya í dag, og hvussu nógv eru útbúgvin seinastu 10 árini?

8. Er nakað granskingarstarv á Fróðskaparsetri Føroya í týskum máli?


Svar

Til 1: Tað eru 374 næmingar, sum hava týskt, skúlaárið 2016/17 í mun til 759 næmingar skúlaárið 2012/13. Næsta skúlaár 2017/18 hava 437 næmingar higartil valt týskt í 8. og 9. flokki, men tá eru næmingar í 6 skúlum, sum ikki hava valt vallærugreinir til næsta skúlaár, so tað verða uttan iva fleiri enn 437 næmingar, sum velja týskt skúlaárið 2017/18.

Til 2: Allar framhaldsdeildir bjóða týskt í 8. og 9. flokki, men tað eru í einstøkum skúlum, at ongir ella rættiliga fáir næmingar velja týskt. Í hesum førum er antin eingin undirvísing í týskum ella næmingarnir í 8. og 9., sum hava valt týskt, eru savnaðir í eitt týskt hold. Tað eru rættiliga fáir næmingar í 10. flokki, sum velja týskt.

Til 3: Á hugbreytini finnast byrjanarmál (týskt, franskt, spanskt) og framhaldsmál (týskt). Kravið um týskt í Fráfaringarroynd Fólkaskúlans er ikki slept fyri tann næmingin, ið ætlar sær at halda fram við týskum, t.v.s. velur týskt framhaldsmál. Velur næmingurin eitt byrjanarmál, er kravið um forkunnleika slept. So høvuðstankin var at sleppa kravinum um forkunnleika, tá talan var um eitt nýtt mál (byrjanarmál) og varðveita kravið um forkunnleika, tá talan var um eitt framhaldsmál.

Til 4: Skúlaárið 16/17 lesa 134 næmingar týskt.

Skúlaárið 12/13 lósu 404 næmingar týskt.

Til 5: Tað ber neyvan til at tosa um eitt nýtt býti, tí hugtakið framhald/byrjunnar týskt hevur í minsta lagi 20 ár á baki (er við í reforminum frá 1996). Upprunin er helst frá tí tíðini at franskt og spanskt byrja at “kappast” við týskt í fólkaskúla/studentaskúla.

Til 6: Skúlaárið 17/18 hava 43 søkt týskt.

Skúlaárið 17/18 verða væntandi 3 hold sett á stovn.

Til 7: Ongin tekur linjulestur í týskum á Fróðskaparsetri Føroya í dag. 13 lesandi hava tikið týskt sum linjulestur seinastu 10 árini.

Til 8: Nei

Vinarliga

Rigmor Dam

landsstýriskvinna