Svar til Honnu Jensen frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu um undirvísing í fremmandamálum á miðnámi

Svar upp á

fyrispurning nr. 64/2016 frá Honnu Jensen, løgtingsmanni, eftir Tingskipanini § 52a.

Fyrispurningur um undirvísing í fremmandamálum á miðnámi, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu nógv lesa danskt, franskt og spanskt á miðnámi í dag í mun til skúlaárið 2012/2013?

2. Hvussu mong hava søkt danskt, franskt og spanskt í umsóknunum til miðnám til komandi skúlaár og hvussu nógv nýggj hold væntast at verða upprættað kring landið?

3. Er nakað granskingarstarv á Fróðskaparsetri Føroya í donskum, fronskum ella sponskum máli?

4. Hvussu samsvarar henda støðan í útbúgvingarskipanini fyri miðnám við tørvin hjá føroyska samfelagnum á eini fjølbroytt útbúnari arbeiðsmegi?


Svar

Til 1: Skúlaárið 16/17 lesa 327 næmingar spanskt.

Skúlaárið 12/13 lósu 536 næmingar spanskt.

Skúlaárið 16/17 lesa 89 næmingar franskt.

Skúlaárið 12/13 lósu 132 næmingar franskt.

Skúlaárið 16/17 lesa 497 næmingar danskt.

Skúlaárið 12/13 lósu 1070 næmingar danskt.

Til 2: Skúlaárið 17/18 hava 95 søkt danskt

Skúlaárið 17/18 verða væntandi 9 hold sett á stovn.

Skúlaárið 17/18 hava 49 søkt franskt

Skúlaárið 17/18 verða væntandi 3 hold sett á stovn.

Skúlaárið 17/18 hava 178 søkt spanskt

Skúlaárið 17/18 verða væntandi 7 hold sett á stovn.

Tað gevur ikki eina rættvísandi mynd bara at samanbera næmingar/hold, tí tað valdast, hvat slag av næmingi/holdi talan er um.

Tekur man tvey tey seinastu árini undir gomlu skipan og samanber við tvey tey fyrstu árini í nýggju skipanini, so sær myndin soleiðis út, um vit samanbera tey, sum hava fingið eina 3-ára gongd (A-stig) í einum fremmandamáli.

Franskt 3-ára gongd Spanskt 3-ára gongd Týskt-f 3-ára gongd Fremmanda mál tilsamans
Gomul skipan 22 24 62 108
Nýggj skipan 62 208 75 345

Við til heildarmyndina hoyrir eisini tann staðfesting, at tað eru munandi fleiri, sum nú koma upp á eitt hægri stig í fremmandamáli, enn undir tí gomlu skipanini.

Til 3: Tað eru eingi granskingarstørv í donskum, fronskum ella sponskum á Setrinum. Hetta er spurningur, sum landsstýriskvinnnan fer at taka upp við Setrið.

Til 4: Eitt væl útbúgvið og alment dannað fólk er fortreytin fyri framhaldandi framgongd, fólkavøkstur og fólkaræði.

Hóast vit eru smá og fá, so er føroyska útbúgvingarstøðið lutfalsliga høgt. Tað er av alstórum týdningi, at vit eru før fyri at samstarva og samskifta við fólk í øllum heiminum, bæði av útbúgvingarligum, mentanarligum og vinnuligum orsøkum. Tí skulu vit hava hollar og fjølbroyttar málførleikar.

Tølini vísa greitt, at færri ung velja málfak undir nýggju breytaskipanini enn áður. Landsstýriskvinnan metir hetta vera eina óhepna gongd, sum eigur at verða tikin í størsta álvara – eisini hóast tølini vísa, at millum tey, sum velja mál í dag, eru fleiri, sum hava tað á hægri støði enn áður.

Eisini í mun til danskt eru greið vandatekin at finna í tølunum, tí alt færri føroysk ung hava danskt á miðnámi. Danskt er, og hevur verið, eitt týðandi alment dannandi fak í Føroyum, og framhaldandi er stórur partur av frálærutilfarinum á miðnámi á donskum máli. Stórur partur av okkara ungu lesa í Danmark, og okkara holli danski málførleiki gevur okkum eyðsýndar fyrimunir í samskiftinum við hini Norðurlondini. Vit skulu vera á varðhaldi, at vit ikki gerast eins málsliga skerd og íslendingar, sum ofta mugu samskifta á enskum í norðurlendskum høpi.

Tað kann ikki verða sagt nóg ofta: Nógvir og fjølbroyttir málførleikar eru bara ríkandi fyri land og fólk.

Í løtuni verður gynmasiala breytaskipanin eftirmett, og hetta arbeiðið verður sum kunnugt liðugt í heyst. Her verður málspurningurin eisini viðgjørdur, og eigur myndugleikin at hava júst málspurningin í huga, tá ið skipanin verður endurskoðað.

Vinarliga

Mentamálaráðið

Rigmor Dam

landsstýriskvinna