Svar til Honnu Jensen upp á fyrispurning til Rigmor Dam landstýriskvinnu

Fyrispurningurin frá Honnu Jensen, tingkvinnu er soljóðandi:

1) Hvussu mong nýta møguleikan at taka málsligt fyrireikingarskeið sambært løgtingslóg um lestrarstuðul?

2) Í hvørjum londum taka tey málsligu fyrireikingarskeiðini og til hvørji mál?

3) Hví er heimild einans til fyrireikingarskeið og ikki til meiri førleikamenning t.d. eftir útbúgvingargongd í viðkomandi landi, tá møguleikin fyri miðvísari málmenning kanska er enn størri eftir eina tíð í landinum?

4) Kundi heimildin til málsligt skeið í løgtingslóg um lestrarstuðul verið víðkað fyri at røkka hægri málum fyri fjølbroyttum málkunnleika í Føroyum?

5) Hevur samband verið við vinnuumhvørvið – føroysk ella útlendsk um førleikamenning í fremmandamáli?

6) Hvussu kunnu útbúgvingargeirin og vinnuligi geirin samstarva um miðvísa málsliga førleikamenning – føroyskum vinnulívi og marknaðaratgongd at gagni - umframt at víðka møguleikan fyri vitanartungum størvum, har málførleiki og serliga førleiki í fremmandamáli er partur?

Svar

Til 1: Í meðal nýta 3-4 lesandi skipanina árliga. Tað skúlaárið, tey vóru flest, var talan um 6 lesandi og tað eina skúlaárið var bara ein lesandi í skipanini.

Til 2: Nógv velja Spania, Frakland og Týskland, men harafturat hava lesandi verið á málskúlaskeiðum í Italia, Póllandi, Slovakia og Sveis (týskt). Uttan fyri Evropa hava lesandi verið á málskúlaskeiðum í Kina, Japan og Meksiko (spanskt).

Til 3: Løgtingslógin um lestrarstuðul er yvirskipað lóg um at lata lesandi stuðul til útbúgving. Endamálið við málsliga fyrireikingarskeiðum var og er at fáa føroysk lesandi at nema sær útbúgving í øðrum londum enn Norðurlondum og enskt talandi londum.

Til 4: Tað ber til at gera nakað við hetta, um politisk undirtøka er fyri hesum. T.d. kann kunngerðin um lestrarstuðul broytast soleiðis, at møguleiki er annaðhvørt ella bæði at taka málskeiðið áðrenn útbúgvingin byrjar, miðskeiðis ella beint eftir lokna útbúgving.

Nevnast kann eisini, at møguleiki er at søkja um stuðul til bæði livikostnað og skúlagjald til hægri lestur í fremmandamáli við heimild í lestrarstuðulslógini.

Til 5: Landsstýriskvinnan er ikki vitandi um samband við vinnuumhvørvið um førleikamenning í fremmandamáli.

Til 6: Tá ið talan er um neyðug málslig fyrireikingarskeið til lestur í øðrum landi, hevur útbúgvingargeirin skipanir at útvega stuðul til endamálið. Studni umsitur hesa skipan.

Um samstarv millum útbúgvingargeiran og vinnuliga geiran skal skipast um miðvísa málsliga førleikamenning í fremmandamáli, so má ætlan leggjast fyri hetta arbeiðið. Sum nevnt í svari til spurning 5, so er landsstýriskvinnan ikki vitandi um samband við vinnuumhvørvið um førleikamenning í fremmandamáli ella at stig eru tikin til at samstarva um økið.

Rigmor Dam, landstýriskvinna við mentamálum