Svar uppá fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi ferðavinnumenning á útoyggj


Svar frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, upp á fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. 11/2017, viðvíkjandi ferðavinnumenning á útoyggj

Spurningurin var soljóðandi:

1) Hvussu gongur við ætlaðu innlendis menningini av ferðavinnuni?

2) Hvussu verður tryggjað, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar fáa ávirkan á arbeiðið at byggja upp?

3) Hvussu kann tryggjast, at ætlaða innlendis ferðavinnumenningin veruliga fer at gagna útoyggjum og smáplássum?

4) Er neyðugt at marka fígging til átøk, starvsfólk ella samskipan til ferðavinnu­menning og aðra vinnumenning í útoyggj?

Svar:

1) Hvussu gongur við ætlaðu innlendis menningini av ferðavinnuni?

Við støði í tilmælunum í heildarætlanini fyri ferðavinnu, sum varð handað mær í mai mánaði, verður í løtuni arbeitt miðvíst við at seta fleiri av tilmælunum í verk.

Tað hevur fyrstu raðfesting at umskipa bygnaðin innan ferðavinnuna, soleiðis at vit gerast betur før fyri at taka við teimum avbjóðingum og møguleikum, ferðavinnan skapar. Hetta inniber millum annað, at ábyrgdarbýtið millum land og kommunur verður greiðari, og at nýggj menningardeild verður sett á stovn undir Visit Faroe Islands. Ætlanin við hesi nýggju deildini er at seta ferð á ferðavinnumenningina kring landið, m.a. við nýggjari stuðulsskipan, sum hevur til endamáls at stuðla menningarátøkum og verkætlanum í ferðavinnuni kring landið.

Lógaruppskotið, sum fremur umskipanina í verki, verður væntandi sent avvarðandi pørtum til ummælis í inniverandi mánaði og ætlanin er, at menningardeildin verður sett á stovn fyrst í 2018.

2) Hvussu verður tryggjað, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar fáa ávirkan á arbeiðið at byggja upp?

Tað er avgerandi, at allar menningarætlanir og tiltøk verða sett í verk í tøttum samstarvi við avvarðandi partar, t.e. kommunur, bygdir, útoyggjar og vinnuna. Grundarsteinurin undir eini vælvirkandi og burðardyggari ferðavinnu er, at hon sprettir úr heimaumhvørvinum og er í tráð við tey ynski, sum fólk á staðnum hava í mun til ferðavinnuna.

Fyrst og fremst eru tað kommunurnar sum staðbundnir myndugleikar, ið hava ábyrgdina av at skapa neyðugu karmarnar, soleiðis at fortreytirnar fyri ferðavinnumenning í økinum verða betri. Uppgávan hjá Visit Faroe Islands verður at vegleiða og samstarva við kommunur og borgarar - m.a. á útoyggj - um menningaruppgávurnar, eins og Visit Faroe Islands kann stuðla verkætlanum í økinum fíggjarliga ella við verkætlanarsettum starvsfólki í eitt avmarkað tíðarskeið. Fortreytin fyri eini væleydnaðari menningartilgongd er tó, at kommunurnar, vinnan og eldsálir í økinum eisini vilja ferðavinnuna og raðfesta menningaruppgávuna m.a. við neyðugum íløgum.

Við nýggju uppgávuni fer Visit Faroe Islands at seta í verk menningarátøk kring landið, ikki minst á útoyggj, har tørvurin á menningarátøkum kanska er størstur. Tá hesi átøk verða fyrireikað og førd út í lívið, verða borgararnir á útoyggj sjálvsagt ein týðandi samstarvsfelagi. Tað er einans við veruligari lokalari ávirkan og harvið ábyrgdarkenslu, at ein varandi og burðardygg ferðavinnuloysn kann mennast.

3) Hvussu kann tryggjast, at ætlaða innlendis ferðavinnumenningin veruliga fer at gagna útoyggjum og smáplássum?

Fyrimunurin við ferðavinnuni, í mun til flest aðrar vinnur, er, at menningarmøguleikarnir uttan fyri miðstaðarøkið eru stórir, ikki minst á útoyggjum. Skal ferðavinnan í Føroyum gerast ein sólskinssøga, er tað avgerandi, at menningin eisini verður at síggja á útoyggj. Avbjóðingin við at menna nýggj tilboð á útoyggj er oftani, at fólkagrundarlagið er í so lítið og at miðalaldurin hjá borgarum á hesum støðum er lutfalsliga høgur. Hetta hevur við sær, at tørvur er oftast á bæði fígging og starvsfólkaorku uttanífrá, til tess at byggja upp nýggj tilboð og at skipa eina ferðavinnuna á smáplássum. Við ætlaðu umskipanini í ferðavinnuni verða fortreytirnar fyri ferðavinnumenning kring alt landið munandi betri, bæði tá tað kemur til starvsfólkaorku og fígging frá nýggju stuðulsskipanini til menningarverkætlanir. Lítið er at ivast í, at útoyggjarnar koma at liggja frammarlaga, tá menningarátøk skulu raðfestast.

Sum nevnt omanfyri, er lykilin til eina vælvirkandi ferðavinnu, at tað ber til at byggja upp eitt vælvirkandi samstarv millum land, kommunur og vinnu, umframt at menningin altíð byggir á staðbundnu viðurskiftini og ynski teirra, ið búgva á útoyggj.

4) Er neyðugt at marka fígging til átøk, starvsfólk ella samskipan til ferðavinnu­menning og aðra vinnumenning í útoyggj?

Mett verður ikki, at fíggingin til menningarátøk kring landið eigur at vera markað til ávís landafrøðilig øki. Heldur eigur tað at vera menningarætlanir, sum ferðavinnan og myndugleikar í felag stinga út í kortið, sum eru við til at avgera, hvussu íløgur og menningarátøk verða raðfest. Tað er einans við miðvísari planlegging og eini ætlan fyri alt landið at tað ber til at skipa Føroyar sum vælvirkandi ferðafólkaland, har infrakervi og tilboð eru samskipað og hanga saman. Avmarkaði peningurin skal sjálvsagt nýtast við skili og har ágóðin er størstur, soleiðis at vit í so stóran mun sum til ber tryggja okkum, at vit fara at síggja úrslit av teimum íløgum sum verða gjørdar. Tá tað er øllum greitt, at tørvurin á átøkum, starvsfólkum og samskipan er stórur á útoyggj, tori eg at lova, at útoyggjarnar fara at fáa ágóðan av nýggju skipanini, sum eftir ætlan verður sett í gildi 1. januar 2018.

Eg haldi tó ikki, at politiski myndugleikin skal órógva menningartilgongdina við at seta ov neyvar treytir, sum avgera, hvar og hvussu peningurin skal nýtast. Hetta eiga vit at lata fakfólk í ferðavinnuni avgera. Politiska málið er ein burðardygg og effektiv ferðavinna fyri alt landið. Tað er yvirskipaða leiðreglan sum skal fylgjast, tá menningararbeiðið verður lagt til rættis og ført út í lívið.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið, tann 18. september 2017

Poul Michelsen

landsstýrismaður