TÍMA VIT TAÐ?

Í dag verður nógv tosað um bústaðir og manglandi grundøki, men vita vit við vissu um ynskini eftir grundøkjum eru av gomlum vana og orsakað avmarkaðum íbúðartilboði í Føroyum?

Til dømis kundi verð áhugavert at spurt fólk í nýggjum kvarterum, um tey høvdu gjørt hetta sama – keypt grundøki, bygt hús og sett seg í so stóra skuld, um tey høvdu havt fleiri aðrar møguleikar.

Fyri fleiri er galdandi, at bert rentur verða goldnar tey fyrstu nógvu árini og sostatt at líkna við at leiga frá sær sjálvum ella frá peningastovni, í og við at skuldin ikki minkar.

Munurin á at leiga frá øðrum og at leiga frá sær sjálvum er, at tú ikki sleppur burturúr leigumálininum, bara soleiðis.

Tú kanst selja húsini og fáa vinning ella tap ella, av onkrari orsøk, hava torført við at selja og sleppa burturúr stóru bindingini. Hetta eru treytirnar og persónligi váðin.

Jú, gamaní, fyri hægri rentugjald kanst tú gera avtalur um eitthvørt og fáa lagaligt tilboð um gjaldsskáa tá tú skalt at ferðast, hava konfirmatión ella tá vaskimaskinan gongur fyri – men tíma vit hetta bundisliga, ‘formyndara-‘, fíggjarstovnsstýrda og lítla rásarúmið?

Í Føroyum eru vit eftirbátar. Tó skulu teir entreprenørar, ið hava bygt smærri eindir, hava tøkk fyri tað.

Jú, vit eiga sum býráðspolitikkarar at hugsa breitt og fjølbroytt bústaðarliga og skapa karmar fyri tilboði og eftirspurningi, ið meira samsvara við tað ‘vit tíma’ og á tann hátt tálma skuld, húsamarknaðarprísi og ovurstórum prísvøkstri.

Og soleiðis, at ikki stóra bústaðarneyðin verður orsøkin, stóra kappingin og ‘tøkur peningur’ á rokniarki hjá fíggjarstovni verður prísgrundarlagið, men meira virðis- og kostprísur.

Jú, vit hava nógv at hugsa um – ogálvarssamar skyldur mótvegis fólki og bústaðarlagnu tess.

Og skyldu til at spyrja – tímdu tey?

BERGUNKASS