Uppskot til stjórnarskipan Føroya til ummælis

Eftir drúgva viðgerð er uppskot til stjórnarskipan Føroya sent almenninginum til hoyringar.

Stjórnarskipanin staðfestir, at landsins borgarar eru upphav til alt politiskt vald í landinum, og hon skipar Føroyar eftir nútíðartørvi við fólkaræði, løgræði, rættindum og skyldum.

Uppskotið kann heintast her sum pdf-fíla

Freistin at gera viðmerkingar er 25. august 2017