Vegurin til bíligari ferðaseðlar

Nógv tosa um bíligari flogferðaseðlar. Nógv verður lova, men einki verður gjørt. Vit í Framsókn hava beinleiðis sett hetta mál á okkara politisku stevnuskrá.

Í Framsókn ásanna vit, at landafrøðiliga støða okkara mitt úti í Norðuratlantshavi ger okkum til ein útjaðara í Evropa. Vit eru tískil av teirri áskoðan, at ‘public service’-skyldan í samferðslukervinum ikki bara skal røkka av Fugloynni til Sumbiar, men eigur eisini at fevna um rættin hjá føroyingum at ferðast til grannalondini fyri ein rímiligan kostna.

Hyggja vit nærri at tølunum, kostar raksturin av rutunum hjá Atlantsflogi á leið 225 mió. um árið. Men Atlantsflog má selja ferðaseðlarnar fyri væl meira, tí aðrar útreiðslur enn raksturin skulu leggjast á ferðaseðlarnar. Fyrst eitt ferðaavgjald á 14 mió, ið fer beinleiðis í landskassan, og síðan 32 mió. krónur til rakstur av Vága Floghavn. Sostatt má Atlantsflog selja ferðaseðlar fyri í alt 271 mió. krónur um árið.

Stendur tað til Framsókn verður ferðaavgjaldið avtikið beinanvegin, og síðan skal raksturin av Vága Floghavn á fíggjarlógina. Hesi átøk tryggja í fyrstu syftu yvir 16% bíligari ferðaseðlar. Bíligari ferðaseðlar fer at økja um talið av ferðandi, ið gevur lægri eindarkostnað. Hetta tryggjar grundarlagið fyri enn bíligari ferðaseðlum. Útrokningar peika á, at ferðaseðlaprísirnir skjótt kunnu verða uml. 25% bíligari enn í dag.

Bíligari ferðaseðlar eru eftir mínari sannføring avgerandi og einasta loysnin til at fáa trivna í okkara land. Vit vita øll, at her er okkurt galið, tá ið vit kanska hava størsta burðaravlop uttanfyri muslimska heimin, og millum tær bestu arbeiðsloysisskipanir í heiminum, men kortini minkar fólkatalið.

Her má farast til verka nú. Gev mær tín stuðul, so tryggi eg tær bíligari flogferðaseðlar.

Janus Rein

Eg geri, sum eg sigi og sigi, sum eg geri.