Vel framsøknan politikk

Hitt grøna húsarhaldið
Vit mugu eggjað privata húsarhaldinum til at hugsa umhvørvisvinarligt.
Tí er neyðugt, at veittur verður stuðul til umhvørvisvinarlig tiltøk í samband við húsabygging og umbygging, eins og ljós verður varpað á skiljing av ruski og øðrum burturkasti. Tað skal løna seg at hugsa umhvørvisvinarligt.

Tilgongdin hjá einstaka barninum
Miðað eigur at vera ímóti, at hvørt einstakt barn verður fylgt allan vegin úr vøggustovu til loknan fólkaskúla. Dentur skal leggjast á dygdir heldur enn tørv. Verður ljós alsamt varpað á manglar, gerst úrslitið, at barnið mangan situr eftir við kensluni av einki at duga til, og kann hetta gerast ein forðing fyri menningini. Tað ræður um at finna dygdir og menna hesar í einari heildartilgongd, sum byrjar í vøggustovu, og síðan kann stuðla undir breiðari byrjanarmenning í fólkaskúlanum.

Føroysk fiskiloyvi á føroyskar hendur, og føroyskur fiskur um føroyskar hendur

Alneyðugt er, at veiðurættindini eru á føroyskum hondum. Tann, ið eigur, ræður yvir rættindunum. Útlendsk fígging er sjálvandi vælkomin, og til ber at vinna pening uttan at selja ognarrættin. Neyðugt er, at kapitalurin kemur í peningarenslið her í Føroyum. Kapitalur hevur ongan tjóðskap, og tí er ikki so týdningarmikið, hvaðan hesin stavar, bert hann leggur nakað til samfelagsbúskapin uttan at fáa høvi at ogna sær veiðurættindi.

Vel framgongd, menning og vøkstur

Vel føroyskt

Vel Framsókn

Framsókn vil framsøknan politikk

Hjørdis Viberg

Vel framsøknan politikk