Vel rætt

Týsdagin er tú við til at avgerða, hvussu politikkurin í Tórshavnar kommunu, skal verða tey næstu 4 árini. Tað er umráðandi at tú fert á val og velur rætt.

Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, við málinum um eina kommunu, sum er góð fyri øll.

Eg ynski dygd í tær tænasturnar, sum kommunan veitir og trivna fyri øll. Tí skulu eftirmetingar gerast, sum máta trivnað og dygd.

Ein góð kommuna hugsar um fólkið og ger tað besta fyri borgaran, tí skulu fólk verða hoyrd og kommunan skapa teir røttu karmarnar.

Vit skulu m.a. hava:

Fjølbroyttar bústaðir

Góðar stovnar og skúlar

Eitt reint og vakurt umhvørvi

Ein áhugaverdan bý

Dygdargóðar tænastur

Eg havi virðing fyri, at tað er fólkið ið rindar, tí ynski eg eina skynsama fíggjarstýring, har tað sum verður gjørt er væl umhugsað.

Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðs og búpláss, og vit skulu øll í felag føra kommununa frameftir, soleiðis at kommunan er tann heimstaður ið fólk velja.

Eg ynski at skapa heimsins besta stað at búgva, og samsvar ímillum orð og gerðir.

Ynskir tú tað sama sum eg, vel so meg.

Birita Arge