Vilja vit vera taskuberarar ella sita við borðendan?

Umleið 96% av okkara útflutningi er fiskur, tí er fiskur grundarsteinur undir okkara búskapi. Tað vil eisini siga, at okkara stoltastu vinnufyritøkur eru reiðaríir, alifyritøkur og fiskaframleiðslufyritøkur.
Fiskurin hevur stórt virði og tað er bara økjandi. Tað eru 7 milliardir fólk á klótuni og tað er stór økonomisk framgongd í stórum parti av heiminum – í Kina, India, Afrika og Suðuramerika. Hetta ger at eftirspurningurin av matvørum økist í stórum, og serliga eftirspurningurin eftir fiski, sum er so serliga heilsugóður.

Tí fer prísurin á fiski í longdini bert at fara ein veg, og tað er uppeftir.

Útlendskur kapitalur í fiskivinnuni

Tí eru tað so nógvir útlendingar, sum eru so ómetaliga grammir eftir at fáa fatur á hesum fiskinum – tí tað eru so nógvir pengar í honum. Hetta hava vit ikki fatað nóg væl enn, tí tá vit lata útlendingum fiskiloyvini gjøgnum strámenn, lata vit teimum eisini ognarrættin til fiskin. Hesir útlendingar fara so avstað við fiskinum, gagnnýta hann, virðisøkja hann og vinna nógvan pening til sín sjálvan, sum soleiðis fer út av landinum. Teir fáa vinningin – ikki vit, og hetta er vanlukkuligt fyri okkum – drepandi fyri tað føroyska samfelagið og forðar fyri menning.

Hyggja vit eftir okkara grannalondum, so hava íslendingar og normenn onki strámannavirksemi. Teir hava nevniliga gjørt eina lóggávu, sum ger strámannavirksemi í fiskivinnuni ómøguligt. Í Norra eru tað normenn, sum eiga reiðaríini og kvoturnar, í Íslandi eru tað íslendingar, sum eiga reiðaríini og kvoturnar. Teir hava gjørt hesa skipan fyri at tryggja teirra tilfeingi til teirra egnu landsmenn – ikki útlendingar. Áttu vit ikki at hugt eftir teirra lóggávum og lært av hesum?

Tilfeingisgjald og tilfeingisbúð

Vit kunnu somuleiðs nýta tilfeingisgjald sum eitt amboð til at varðveita somu tilfeingi á føroyskum hondum. Tey feløg, sum varða av kvotunum, eiga at gjalda meira tilfeingisgjald, tá fiskur verður landaður í fremmandum havnum, og tá fiskurin verður landaður í Føroyum skal gjaldið vera minni ella einki. Tilfeingisbúð er ongin loysn, tí tað er frí atgong fyri fremmandan kapital til okkara tilfeingi, tað vísti seg eisini tá hendan tilfeingisbúð fór at virka, tá heimsins størsta fiskivinnureiðarí keypti 80% av kvotunum, sum vóru til sølu, og fremmandur kapitalur var við í 100% av sølunum.

Framsókn vi arbeiða fyri at at gera fiskivinnuna burðardygga búskaparliga, lívfrøðiliga og sosialt.

Set tí kross við lista F

Hanna Jensen