Virkeliga lekkirt og sórit har

Visti tú at tað er kommunan, ið hevur ábyrgdina av at útvega undirvísingartilfar til dagstovnar og barnaskúlar?

So visti tú helst eisini, at hóast kommunan hevur spílað seg út og hevur roynt at dagført amboðini við talgildum talvum og teldlum til næmingarnar. Men tað, ið sæst á skíggjunum er í allar flestu førum danskt tilfar. Útlendska tilfarið verður oftari dagført og er ofta ókeypis.

Fyri tey smærru í dagstovnum, verður útvegað og brúkt føroyskt tilfar, tá ið tað er til taks, men títtleikin á útgávum fylgir als ikki við tíðini.

Hetta er ein av orsøkunum til at okkara ungu tosa nær um hálvbrotið. Gamaní, yvirskipaðu kappingina við enska málið vinna vit neyvan, men vit kunnu illa sita hendur í favn og undrast á málbrúkið hjá yngri fólki um vit als ikki taka upp kappingina.

Vit eiga at raðfesta føroyskt frálærutilfar í nógv, nógv størri mun enn vit gera í dag. 

Vit fáa øll ágóðan av tí – ert tú við?


Poul Clementsen