Vit hava betri møguleikar enn Europa!

Í mun til restina av Europa hava Føroya ikki troytt sínar vinnuligu møguleikar. Tað er gott, tí tað gevur okkum serligar vakstrarmøguleikar nú. Vit hava á øðrum staði víst á tað neyðuga í at gera samfelagið meira tíðarhóskandi og fjøltáttað, at gera útbúgvingarnar og førleikamenningina betri, at kuta niður lønarskattin og at umleggja fiskivinnuna. Lat okkum hesaferð tríva í nakrar aðrar stórar møguleikar.

Føroyar eru heimsins mest maritima tjóð. Sjóvegis flutningur er hin effektivasti og grønasti yvirhøvur. Kring heimin er eftirspurningurin eftir sjóvinnuvitan og –loysnum risastórur. Vit kunnu fáa enn fleiri útflutningsinntøkur burtur úr føroysku kjarnuførleikunum. Føroyar eru sjálvsagdir veitarar av hesum førleikum. Hetta kann skapa høgar inntøkur og spennandi arbeiðspláss.

Tað, sum vit kunnu gera vinnuliga
Samstundis sum búskaparligu knútapunktini førka seg, flyta tey hjá sjóvinnuni við. Heimsins størsta fiskivinnutjóð, Kina, er nú eisini hin mest maritima. Tey nýggju búskaparveldini eru tó dyntilin á fjórðu deild, tá tað snýr seg um effektivitet, dálking og trygd á sjónum. Hesum arbeiða tey nú hart og miðvíst fyri at broyta, og her liggur møguleikin hjá okkum.

Lat meg brúka okkurt dømi: Í eini framkomnari tøknifyritøku, sum eg sjálvur annar havi sett á stovn, hava vit notið ein stóran ágóða av teirri servitan, sum okkara maskinmeistarar og sjófólk annars hava givið fyritøkuni. So góðan, at summar av føroysku loysnunum til m.o. sjóvinnuna nú skara framúr. Samstarvið við sjófólkið hevur verið sera spennandi. Takk fyri tað.

Ein annað felag, sum eg eri uppií, hevur gjørt avtalu við kinesiska flutningsmálaráðið um, at vit í felag kunnu stovna eina fyritøku, ið skal troyta føroyska og norðuratlantiska vitan og royndir til at menna sjóvinnuloysnir til kinesiska marknaðin. Kinesarar ivaðust ongantíð, tá teir vórðu kunnaðir um føroyskan sjómansskap. (Ein lítil fótnota kundi verið hendan: Kinesarar hava 705.000 skrásett motoriserað før, skip sum bátar. Nógv teirra hava menning og loysnir fyri neyðini).

Okkum nýtist ikki at avmarka okkum til tað, sum eg her havi nevnt. Hetta vóru bert tvey dømi um virðini í teimum framúr góðu maritimu førleikarnar hjá okkara sjófólki, sum eg sjálvur kenni til. Aðrir møguleikar eru í eitt nú frálandavinnuni og øðrum vinnum við.

Tað, sum vit kunnu gera politiskt
Vinnupolitisku skipanir okkara stuðla tíverri ikki serliga væl undir menning av nýggjum loysnum. Íverksetarahugburðurin er sum heild veikur millum politikkarar og embætisfólk, og íverksetararskipanirnar eru hareftir. Ólíka betri eru tær í grannalondunum. Stuðulin til skilafólkini, sum finna útav og uppá, er lítil, bæði tá tað snýr seg um kapital, og tá tað snýr seg um ráðgeving ella hjálp til tær uppgávurnar, sum teir snildu heysarnir ikki duga ella orka so væl. Hetta er tað, vit skulu gera nakað við.

Tí stuðul er hetta jú ikki, tá avtornar. Hetta eru íløgur í nýggjar inntøkur og spennandi arbeiðspláss, sum eru við til at halda yngru ættarliðunum til.

Tróndur Djurhuus