Vaglið í 2009 og soleiðis sær enn út.

Vit lata Havnará upp

Í áravís hevur nógv verið tosað um at opna Havnará, frá Sverrisgøtu, millum Eik og gamla Telefonverkið og oman í Tinghúsvegin. Býráðið hevur brúkt pengar til hugskotskappingar, fundir og hvat veit eg. Privatfólk hava eisini tikið stig til ymiskt munagott fyri trivnaðin í miðbýnum, men enn bíða vit.

Tey ungu vilja hoyra ánna tutla
Tosar man við fólk á gøtuni, er ongin ivi: Fá Havnará framaftur og latið okkum hoyra áartutlið aftur. Á Býarsavninum hanga tríggjar myndir av Vaglinum, ein frá 1922, áðrenn áin varð løgd undir heilt, ein frá 1956, tá ið áin verður dekkað til, og triðja myndin er frá 2009. Dagliga vitja fólk Býarsavnið, og dagliga fái eg fyrispurningar viðvíkjandi ánni, serliga er tað ungdómurin, sum nærmast skríggjar eftir at fáa ánna framaftur.

Dani á vitjan
Herfyri vóru nakrir danir á vitjan, tann eini arbeiddi dagliga við at pynta áir, standmyndir v.m. Hann var rættuliga hugtikin av myndunum, sum hingu á vegginum, og tá ið eg vísti honum ánna uttan fyri Býarsavnið og fortaldi honum, at áin rann allan vegin oman gjøgnum miðbýin og út á sjógv, skilti hann onki: "Det vi ser er vidunderligt. Tænk at byen har en naturlig å med ørred, fugle og andet levende, som løber gennem byens midte". Tá ið eg hevði víst honum hópin av vøkrum myndum av Vaglinum, m.a. Ólavsøkumyndir við tiltikna bátinum flótandi í ánni, stóð hann bara spyrjandi: "Byens midte må da ha' været et rent paradis dengang".

Her skal eg leggja aftrat, at nakað paradís var tað ikki altíð. Tað komst millum annað av, at fólkið ikki var so bevíst tá, sum tað er í dag. Og so er spurningurin: Hví hava politikararnir í býnum onki gjørt? Jú, tann offesiella forkláringin hevur verið tann, at áin er skitin. Men so er ikki meir, tí í sendingini "Andøvusløtan" hjá Óla Breckmann í R7 hósdagin 13. oktober, har Óli tosaði við Marin Katrinu Frýdal og Heðin Mortensen, bedýraði borgarstjórin, at nú var Havnará rein.

Birgar Johannessen
Valevni fyri Framsókn

Vaglið 1956