Vit takka og fegnast

Á kommunuvalinum í gjár megnaði Hanna Jensen at halda skansan í Eystur kommunu og varð afturvald. Í  Tórshavnar kommunu eydnaðist tað at fáa umboð í býráðið fyri fyrstu ferð. Bergun Kass varð vald við 187 atkvøðum. Bergun varð fjórvald á listanum til seinasta løgtingsval. Flott.

Endiliga fingu vit fótin inn um í Tórshavnar kommunu og við afturvalda umboðnum í Eystur kommunu, hava vit konsoliderað Framsókn í meginøkinum. Nú er ítøkilig og holl grund at byggja á og longu nú eru vit ávegis at menna okkum sum ein liberalan tjóðskaparflokk, ið hvílir á persónligt frælsi, vinnuligt frælsi og tjóðskaparligt frælsi.

Vit takka hjartaliga fyri allar atkvøðurnar.

Somuleiðis takka vit øllum tykkum, sum hava hjálpt til, gingið til handa og við góðum orðum á leiðini, hava stuðlað Framsókn til kommunuvalið.