Valevni í Tórshavnar kommunu

Oda W. Andreasen

Oda er 44 ár og uppvaksin á Ternuryggi í Havn og búsitandi í Vesturbýnum saman við 15 ára gamla soninum.

Hon starvast á marknaðardeildini á Tryggingarfelagnum Føroyum og lesur HD 2 part í Marketing Management.

Oda hevur altíð verið virkin í hondbólti og fótbólti, og hon elskar føroysku nátturuna og at ganga í fjøllunum. Oda brennir fyri ítróttini og ferðavinnuni.

- Eg fari at arbeiða fyri, at vit fáa ein golfvøll við 18 holum á Glyvursnesi. Hesum hava vit brúk fyri. Ein slíkur golfvøllur fer at vera við til at fáa enn fleiri ferðafólk til Føroya, tey ferðafólkini, sum veruliga leggja pening eftir seg. Harumframt er hetta eitt gott tilboð til golfáhugaðar havnarborgarar og føroyingar sum heild.

- Halgidagslógin er ein vansi fyri okkum havnarfólk og fyri ferðavinnuna. Lat matstovur, skeinkistøð og dansistøð hava opið, tá ið gestirnir eru har, og tá ið møguleikin er at vinna pengar. Hesum fari eg eisini at arbeiða fyri.

- Ítróttin er týdningarmikil. Vit mugu bøta um umstøðurnar hjá okkara frælsa ítróttarfólki kring Tórsbreyt, og eisini mugu betri karmar gerast til badminton, ið er ein stór ítrótt í býnum.

Hon vil menna ferðavinnuna við virðing fyri fólki, náttúru og umhvørvi.

Oda er valevni fyri Framsókn til býráðsvalið 8. november.

Les fyrstu valgreinina hjá Odu HER