Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

Tíðindi

Poul Michelsen svarar fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, viðvíkjandi fyrireikingar í samband við yvirtøku av flóttafólkamálum, ið er partur av útlendingamálum.

12. Okt 2017

Svar uppá fyrispurning frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 17/2017, viðvíkjandi fyrireikingar í samband við yvirtøku av flóttafólkamálum, ið er partur av yvirtøkuni av útlendingamálum. Spurningurin var soljóðandi: 1. Hvørji flóttafólk ætlar landsstýrismaðurin at flyta til Føroya, og hvaðani eru...

les meir

Bergun Kass: Røða á eldradegnum

29. Sep 2017

Góðu áhoyrarar! Lítli Kristjan visti hví nøkur fingu grátt hár - "tað er fyri at vit skulu síggja, at tey eru gomul," segdi hann. Jú, vit hava hug at trekkja uppá smílibandið, men eru vit so nógv øðrvísi. ...

les meir

Svar uppá fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi ferðavinnumenning á útoyggj

18. Sep 2017

Svar frá Poul Michelsen, landsstýrismanni, upp á fyrispurning frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, í løgtingsmáli nr. 11/2017, viðvíkjandi ferðavinnumenning á útoyggj Spurningurin var soljóðandi: 1) Hvussu gongur við ætlaðu innlendis menningini av ferðavinnuni? 2) Hvussu verður tryggjað, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar...

les meir

SAMGONGAN LEVERAR UTTANRÍKISPOLITISK ÓDNARTØK

16. Sep 2017

Í kjakinum í Degi og Viku tann 12. septembur hevði Liljan Weihe bjóða samgonguleiðararnar til kjak. Ein av hennara viðmerkingum var, at hon ikki hevði hoyrt orði “útflutningspolitikk” í 2 ár. Antin er tað so, at Liljan Weihe slett ikki fylgir við...

les meir

Man tað vera so, Elsebeth?

10. Sep 2017

Sum býráðspolitikkari má eg viðmerkja. Neyvan var býarbygging ella høvuðsstaðarbygging málið, tá fyrsta bygningsverkið, ið skuldi hava eftirlitið vid skipaferðsluni millum ‘Østersøen og Målaren”, sá dagsins ljós. Men vaksandi virksemi og seinni økt virksemi øllum hesum flutningi og uttanlandssamskifti viðvíkjandi, bleiv til...

les meir

Fyrispurningur um menning av ferðavinnu á útoyggj, settur landsstýrismanninum í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen

08. Sep 2017

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a 1) Hvussu gongur við ætlaðu innlendis menningini av ferðavinnuni? 2) Hvussu verður tryggjað, at útoyggjar, smápláss og avvarðandi partar fáa ávirkan á arbeiðið at byggja upp? 3) Hvussu kann tryggjast, at ætlaða...

les meir

Menn av Mars ella kvinnur av Venus!

01. Sep 2017

Ella er nakað eftir hjá okkum at gera? Soleidis kundi man spurt í kjalarvørrinum av lesarabrævi hjá fyrrverandi borgarstjóra. Havi heldur hug at skriva og lýsa uppgávuna yrkisliga og undir heitunum um avgreiðslu- ella virðispolitikk Har...

les meir

Hvussu átrokandi er broyting í fosturtøkulógini?

20. Aug 2017

Nú leika summi í um fosturtøku, sum um var hetta eitt sera átrokandi mál at viðgera og broyta karmarnar fyri. Vit kunnu øll falla í ta grøvina at hugsa, at av tí at lógin er gomul, so skal hon broytast. Men hyggja...

les meir