Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

Tíðindi

Ein bjarnatænasta, Kaj Leo Holm Johannesen!

05. Aug 2017

Soleiðis meti eg vælvildina hjá Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann viðger og umrøður pensionistarnar og ætlar hesum bólki eina nógv størri mánaðarliga veiting. Og hvør politikkari vil ikki tað? Tó tykist tað mær sum tá La Fontaines fortelur um...

les meir

Løgmansrøðan og mentan

02. Aug 2017

Eg fari í hesum seinna innslagi at tosa eitt sindur meira um nakað, sum bindur okkum saman, mentan og so mentanarpolitikk, soleiðis sum hesi koma til sjóndar – og ikki – í løgmansrøðuni og ískoytispartinum. Undir Mentamalaráðnum í ískoytispartinum verður nevnt, at...

les meir

Hanna Jensen: Pisurøða á Kambsdali, 21.juni 2017

22. Jun 2017

Góðu pisur. Hjartaliga til lukku við hesum stóra degi tykkara, nú seinastu próvtøkurnar á miðnámi eru farnar aftur um, og tit eru komin saman til TYKKARA pisufund. Hetta er ein stórur dagur, tað veit eg av sonnum av royndum. Fyri...

les meir

Súsanna Olsen tekur sæti í Tórshavnar Býráð

19. Jun 2017

Til býráðsfundin í Tórshavnar kommunu í morgin 20. juni, tekur Súsanna Olsen væntandi sæti fyri Bergun Kass, ið hevur biðið um farloyvi í 14 dagar. Næstvald á listanum við kommunuvalið í 2015, var Ruth Vang, men Ruth er burturstødd. Súsanna starvast á...

les meir

Føroyar hava tørv á og rætt til ein sjálvstøðugari uttanríkispolitikk

12. Jun 2017

Herfyri harmaðist Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, í donskum og føroyskum miðlum, at danska grundlógin ikki loyvir einum sjálvstøðugum føroyskum uttanríkispolitikki. Í tí er einki nýtt. Sjónarmiðið nýtir ríkisvaldið ofta. Men at ríkisvaldið endurtekur hetta uppáhald ferð eftir ferð ger tað hvørki løgfrøðiliga haldført ella...

les meir

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. sent til hoyringar

01. Jun 2017

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur í dag sent uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m. til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til 20. juni 2017. Skotið verður upp at broyta alilógina við tí endamáli at fáa eina meira greiða...

les meir

Hjúnabandslógin samtykt

31. Mai 2017

Loksins varð hjúnabandslógin samtykt við triðju viðgerð. Lógin nágreinar grein 14, stk 2, at tað er upp til kirkjuna at gera av, hvørt hon vil signa samkynd ella ikki. Uppskotið varð samtykt við 18 atkvøðum fyri og 14 ímóti. ...

les meir

844 milliónir uppá 15 minuttir - ella villeiðingar og einfaldingar?

16. Mai 2017

Summi hava kanska lagt merki til, at Fólkaflokkurin hevur ilskast inná eitt so kallað "reytt útreiðslugildi", tí at samgongan á løgtingsfundi tann 15. mai nýtti 15 minuttir uppá at samtykkja nøkur uppskot, ið skuldi svara til 844 milliónir í løguútreiðslum. Men hyggur mann nærri...

les meir