Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

Tíðindi

Fevndur ella útihýstur – tað rúmliga samfelagið

19. Okt 2011

Eitt barn hevur serligar eginleikar og ikki serligan tørv.
Sum borgari eigur tú at vera við í einum felagsskapi og ikki uttanfyri. Við sterkum felagsskapum – einum sterkari samfelag – eitt samfelag við fjølbroytni – eitt samfelag, ið rúmar.
Tey við serligum eginleikum eru ikki øðrvísi. Felagsskapurin...

les meir

Framsókn er javnstøða

19. Okt 2011

Tað er synd at siga, at orðaskiftið um javnstøðu hevur fylt nógv í Framsókn. Tá ið Framsókn varð settur á stovn við ársbyrjan í ár, varð meldað út alt fyri eitt, at flokkurin vil virka fyri javnrætti. Og vit avráddu, at vit vildu ikki bara...

les meir

Vaksnamannalæra

19. Okt 2011

Framsókn vil byggja upp eina tíðarhóskandi vaksnamannalæru í Føroyum út frá grundhugsanini Lívlong læring.
Føroyar útflyta ein stóran hóp a okkara ungdómi, tí hesi fara undir hægri lestur í øðrum londum. Seinastu árini hevur nógv verið tosað um hetta mál, og Framsókn fegnast um, at vit...

les meir

NØGDI KUNDIN: FÓLKIÐ Í FØROYUM

19. Okt 2011

Áðrenn vit kunnu byrja at hugsa um at fáa føroyingar aftur til Føroyar, mugu vit gera tað gott hjá okkum sjálvum at vera her. Um kundin ikki er nøgdur við vøruna, er so gott sum ómøguligt at selja vøruna til aðrar kundar. Um føroyingar í...

les meir

Lestrarstuðulin skal uppraðfestast

18. Okt 2011

Tíverri gerast lesandi í Føroyum alt ov ofta eitt lætt offur, tá ið pengar skulu finnast til tóma landskassan. Hetta er stórt spell, tí útbúgving er besta íløgan, sum vit gera í okkara unga ættarlið.Í Framsókn hava vit sett okkum fyri, at vit vilja uppraðfesta...

les meir

Útbúgvingarpolitikkur

18. Okt 2011

Framsókn vil arbeiða fyri at styrkja føroyskan útbúgvingarpolitik, tí útbúgving og áhaldandi førleikamenning eru lyklar til framkomið vinnulív og samfelag. Vit seta okkum stutttíðarmál og langtíðarmál fyri at hækka fakliga støðið og trivnaðarstøðið í allarari útbúgvingarskipanini.
Vit fara at arbeiða fyri kappingarførum útbúgvingarstuðli, at styrkja útbúgvingarvegleiðing...

les meir

Mentanarvinna 1

18. Okt 2011

Áhugi fyri dygdargóðarilist og mentan er stórur millum brúkarar – bæði innanlands og uttanlands. Tá egt.d. ferðist í arbeiði ella frítíð, vil eg altíð hava list – antin síggja einaframsýning, síggja høggmyndir, fara til konsert ella keypa tónleik heim viðmær. List, sum ber boð um...

les meir

Trúarfrælsi í einum rúmligum samfelag

17. Okt 2011

Skal Føroyum vera lív lagað, so mugu vit gera alt fyri at tryggja, at hetta samfelagið rúmar so nógv – og so nógv ymisk – fólk sum møguligt. Vit hava brúk fyri, at fólk hava hug at búgva her og flyta higar.Framsókn sigur í sínum...

les meir