Persónligt frælsi
Vit vilja, at øll menniskju, uttan mun til aldur, kyn, uppruna, trúgv, sosiala støðu og kynsligan samleika, skulu hava somu rættindi at liva og virka í Føroyum.
Vinnuligt frælsi
Vínnulívið skapar búskaparliga grundarlagið undir samfelagnum og skal sum høvuðsregla rekast í privatum høpi. Tað almenna skal avmarka sín leiklut mest møguligt, og høvuðsuppgávan er at tryggja, at vinnan er burðardygg.
Tjóðskaparligt frælsi
Framsókn vil, at Føroyar gerast fullveldi. Bert ein fræls tjóð kann gerast fullgildugur limur í altjóða samfelagnum, við øllum teimum fyrimunum og skyldum hetta inniber.

Tíðindi

Aftureftir/niðureftir heldur enn frameftir/uppeftir

16. Okt 2011

Framsókn fekk eitt gott løgtingsval. Tað takka vit fyri. Framsóknarhugsjónin vann tó sum heild ongan sigur. Veljarin valdi eitt meira afturhaldssinnað løgting, enn vit høvdu vónað. Vit taka veljarans avgerð til eftirtektar og vóna, at hugsjón okkara sum frálíður vinnur størri frama. Tað, sum hinvegin...

les meir

Virðing fyri Kaj Leo – tur/retur

16. Okt 2011

Sum loysingarfólk skal eg ikki trýsta Kaj Leo og hansara út í okkurt, sum hann og tey ikki kunnu kennast við ella beinleiðis ræðast. Afturfyri skulu Kaj Leo og tey virða, at vit eru nógv, sum kenna tað beinleiðis mannminkandi og lítið stimbrandi at liva...

les meir

Eitt pipp frá einum landkrabba

14. Okt 2011

Kanska er tað at trola á stongdari leið, tá ein landkrabbi úr Havn vendir sær beinleiðis til norðoyingar og eysturoyingar beint upp undir val. Eg vóni, at bæði Brimil og Tjaldrið liggja svínabundin onkustaðni hesa lítlu løtuna, so eg fái trolið inn aftur í øllum...

les meir

Sethúsið Føroyar

12. Okt 2011

Lutfallið ímillum tað almenna og privata er fari av lagið. 80 % av føroyska búskapinum er almennur.Eg ímyndi mær samfelagið sum eini heilt vanlig føroysk sethús, har fyrsta hæddin er stoypt grund. Onnur hædd og loft, eru úr timbri. Grundin er tað privata. Timbri tað...

les meir

Valevnislistin hjá Framsókn klárur

12. Okt 2011

So eru øll valevnini, ið stilla upp fyri Framsókn til reiðar til komandi løgtingsval. Tað verða 14 valevni, ið bjóða seg fram við jøvnum kynsbýti – 7 kvinnur og 7 mans.
Valevnini eru:
BIRITA BLÁHAMAR
DORIT HANSEN
HANNA JENSEN
HANS A. NORÐFOSS
HARRIET O. DAVIDSEN
HJØRDIS VIBERG
JANUS REIN
KARLOT HERGEIRSSON
POUL MICHELSENRUTH VANG
SÁMAL PETUR...

les meir

Nú er nóg mikið!

10. Okt 2011

Um tú eisini ert troytt/ur av, at siðamisbrótarar í Føroyum fáa alt ov linan dóm, um nakran yvirhøvur, fyri álvarslig siðamisbrot ímóti sakleysum børnum, so er umráðandi at sláa fast, at tíðin er komin til at gera nakað við hetta.Eitt av mínum merkismálum er...

les meir

So er ein trupuleiki minni

05. Okt 2011

Framsókn valdi í gjár at taka seg burtur úr samgongusamráðingunum við teirri grundgeving, at komandi samgonga ikki loyvdi at etisk/moralsk/religiøs mál skulu kunna viðgerast á jøvnum føti við onnur mál og at ríkisveitingin skal tiðnast upp aftur.Løgmaður hevur síðan alment boðað frá, at vit –...

les meir

Framsókn fingið skrivstovu

04. Okt 2011

Framsókn hevur nú fingið skrivstovu, ið heldur til á liðagøtu 1, uppi á har pizzakjallarin í Steinatúni er.Til dagligt er tað Harriet O. Davidsen, sum kemur at verða á skrivstovuni.Skrivstovan verður opin fyri almenninginum frá hósdegnum 13. oktober millum kl. 14 og 17 til...

les meir